FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
saltkoddafella
fella íkomin við tað, at ein saltkoddi hevur trygdað grótsløgini omaná soleiðis, at tey hava myndað eina kúpu, en. salt pillow trap
saltkoddi
saltnøgd, sum hevur trýst løgini omanfyri upp, so at tey bólgna, men verða ikki gjøgnumbrotin, en. salt pillow, no. saltpute
saltkúpa
"hválv" av salti, sum hevur brotið seg upp gjøgnum løg, ið yvir liggja, en. salt dome
saltkúpufella
fella gjørd av saltkúpu, ið einki kemst ígjøgnum, en. salt dome trap
saltsúla
stabbi av salti, ið hevur brotið seg ígjøgnum løgini omanfyri, en. salt column
samfergja
útgerð til at fergja (trýsta saman) gass til endurinnspræningar ella flutning gjøgnum rørleiðing ella við skipi, en. compressor, no. kompressor
samhall
bygnaður, har ið fláirnar eru soleiðis vorðnar, at tær mynda eina kullu, er tískil ikki ein hugsandi fella, en. syncline, no. synklinal
samtak
fleiri sjálvstøðug feløg, ið ganga saman um íløgu og skipa eitt rakstrarfelag; ein av limunum er vanliga verkhavi, en. consortium, da. konsortium
samtaksavtala
avtala um at stovna samtak, en. joint-venture agreement, da. joint venture aftale
sandgrýti
grótslag, sum yvirhøvur er kvartsbitlar, en. sandstone, no. sandstein
sandstrýta
strýtuskapað skriðulop á havbotni, en. sand cone, da. sandkegle
sannlíkt tilfeingi
olju- og gassfeingi, sum trúliga kann verða útvunnið, en. probable reserves, no. sannsynlige reserver
savnbing
opin savntangi til at goyma borimóru í, en. pit
savntangi
ílát til fyribils goymslu av gassi ella løgi, en. accumulator tank, no. samletank
seigil
mát fyri mótstøðu móti rørslu í løgi; seigilin minkar við vaksandi hita., en. viscosity, no. viskositet
seinkanargjald
peningur, sum eftir avtalu verður goldin, um tíðin fyri ferming ella uppskipan av vøru verður útskotin, en. demurrage, da. liggedagspenge
seismikkur
jarðfrøðiligt háttalag at eyðmerkja djúp jarðløg við at senda niður ljóðbylgjur, ið verða afturkastaðar frá ymsum jarðløgum, en. seismic survey, da. seismik
sigulmagnskortlegging
jarfrøðiligt kanningarlag, sum er at kortleggja legugrýtislægdir við at máta siguløkismagnið. Sigulmagnið liggur í gosgrýtinum undir legugrýtisfláunum, og økismagnið er ymist eftir tjúktini og víddini á legugrýtisfláunum, en. magnetometer survey
sigulmagnsmáting
máting av kolvetnisslóðum við sigulmagni, en. magnetic surveying, da. magnetisk måling
sirman
tað at gera løg um til evursmáar dropar, en. atomization, no. forstøving
síðusporsboring
tað at nýtt hol verður borað frá depli nakað uppi í brunninum til tess at koma uttan um eitthvørt, ið mist er í holinum, beina krókut hol, koma á annan stað í jarðgoymsluni enn hin upprunaliga, ið kanska ikki gav tað, sum væntað var o.s.fr., en. sidetrack drilling
sjódálking
dálking av sjógvumhvørvi, en. pollution of the marine environment, da. forurening af havmiljøet
sjófløgugrót
fløgugrót á havbotni, en. marine shale, da. marin skifer
sjólóg
lógarreglur um ábyrgd í sambandi við sjóflutning, en. Merchant Shipping Act, da. sølov
sjólurt
undirsjóvarljóðfatur nýtt til at lofta ljóðbáknum, ið ferðast í sjónum, en. hydrophone, no. hydrofon, undervannslytteapparat
sjóváði
váði av virki á sjónum, en. maritime risks, da. maritime risici
skakar
amboð til at tryggja, at løgur er væl blandaður, en. agitators, no. blandere, røreverk
skattbærur
ið skattur verður rindaður av, en. taxable, da. skattepligtig
skaðabótagrunnur
grunnur, ið veitir skaðabøtur, en. compensation fund, da. kompensationsfond
skaðabótanevnd
nevnd, ið stjórnar skaðabótagrunni, en. compensation board, da. kompensationsnævn
skaðanevnd
nevnd, ið metir um skaða, en. average committee, da. havarikommission
skjálvtafrøðiligur
en. seismic
skol
løgur, sum verður trýstur inn í jarðfláir vegna stempulsvirknaðin, tá ið útgerð verður latin niður í borihol, en. surge
skorpubygnaður
bygnaður á jarðskorpu, en. crust structure, da. skorpestruktur
skotgatari
útgerð við mongum sprongkvæmum leidningum, ið eru festir hvør eftir annan í longum røri. Hann verður latin niður í ein brunn á stálkaðali til at skjóta hol á fóðringarrør, en. perforating gun
skrubbing
tað at beina burtur óreinsku í gassi ella løgi í lokaðum kervi, en. scrubbing
skúmari
útgerð til at súgva upp olju oman av sjónum, en. skimmer
skyldubrunnar
brunnar, sum verkhavi tekur upp á seg at bora á ávísum øki sum part av avtaluni til at fáa loyvi til royndarboringar, en. obligatory wells, no. obligatoriske brønner
smog
hol í plátu, sum lutvíst er til forðanar fyri gjøgnumrensli í røri. Trýstmunurin yvir plátuni kann verða nýttur til at máta ferðina á renslinum, en. orifice
snarlína
endin á borilínuni, sum er fest at spolakervinum á eftirlitsmiðstøðini fyri boringarnar. Hon rennur skjótari enn veirurin annars, ið verður darvaður av øllum vinduhjólunum, en. fast line
stálpallur
pallur av berum stáli. Slíkir pallar verða vanliga hildnir á staðnum av stálsteyrum, ið verða slignir niður í havbotnin, en. jacket platform
stálstuðlar
stengur á kross, ið styðja stálpall, en. jackets
staðfest tilfeingi
trúliga útvinnandi tilfeingi útroknað við øllum tøkum upplýsingum, en. proven reserves, no. påviste reserver
steinevnarættindi
ræðisrættur yvir steinevnum, ið kunnu vera at finna í jarðløgum undir ávísum øki, en. mineral rights
stevnuboring
hol, sum víkur frá loddbeinu boringini millum pall og brunn, borað til tess at koma at øðrum pørtum av jarðgoymsluni, en. directional drilling, no. retningsboring (avviksboring)
steyraverk
stálsteyrar slignir niður í havbotnin; virka sum akkersfesti hjá stálpøllum, en. piling
stilling
tað at festa nákvæmið á einum tóli við at finna frávikið frá rættari máling, en. calibration, no. kalibrering
stoyping
tað at pumpa sement niður gjøgnum fóðringarrørið og upp í ringskapaða rúmið millum rørið og brunnveggin til tess at halda rørinum føstum, en. cementing, no. sementering
strandland
land, sum oljuleið hoyrir undir, en. coastal state, da. kyststat
strútur
eitt av vanliga trimum munnstykkjum (dýsum) í borikrúnuni, ið luta sundur borimóruna, so at ferðin á løgnum nørist, og borimóran fær ein gosvirknað, ið nørir um boriferðina, en. jets
stuðulsfar
far, sum veitir tænastu í sambandi við boring ella annað frálandsvirki, en. support vessel, da. supportskib
støðiskanning
kanning av náttúruviðurskiftum á økinum, áðrenn farið verður til verka, en. baseline study, da. base-line undersøgelse
støðufesta
seta á ætlaða knattstøðu, en. position, da. positionere
støðuravmagn
ravløðing í luti (elvd av gnígging), en. static electricity, no. statisk elektrisitet
støðurør
rør, sum leiðir borimóruna upp í boritornið og inn í snúningsslanguna, en. stand pipe
súr ráolja
ráolja við høgum svávulsíhavi, en. sour crude
súrevna
lata súrevni koma at, en. oxidise, da. oxidere (ilte)
súrgass
jarðgass við nógvum H2S- ella CO2-íhavi, en. sour gas
sveigstokkur
kílaskapað útgerðareind sett føst niðri í brunninum. Endamálið við hesum amboði er at fáa borikrúnuna og borirørið at broyta "kós" við næstu boring, en. whipstock
svøvil
snúgvandi køking, en. swivel, no. roterende kopling
sýni
lítil vertur til sýnis, en. sample, da. prøve
sýnisglas
loddrætt glasrør uttan á tanga, sum vísir hæddina á løgnum, en. sight glass (gauge glass)
sýnistøka
tað at taka sýni, en. sampling
sýra
evnasamband, ið inniheldur vetni (etjandi og við súrum smakki), en. acid, da. syre
sýrin
við eginleikum sum sýra, en. acidic, no. sur
sýring
tað at pumpa sýru inn í olju- og gasshavin grótsløg til tess at reinsa tey, so at brunnurin skal geva meiri. Sýran hevur førleika til at loysa kálkmyndanir og veksur tí nakað um økið uttan um boriholið, og tað bøtir um renslið, en. acidisation, no. syrebehandling