Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

daggjald
gjald fyri hvønn dag, sum oljufelag letur í leigu, en. day rate, no. dagrate
dálkingarskaði
skaði elvdur av dálking, t.d. olju, ið rennur út í umhvørvið, en. pollution damage, da. forureningsskade
dálkingarvandi
vandi fyri dálking í sambandi við oljuvinnu, en. pollution risk, da. forureningsrisiko
dátugrunnur
skipað savn av dátum og fílum í teldutøkum líki, en. database, da. database
dekkari
arbeiðsmaður á dekkinum, allahandamaður, en. roustabout
deyðtíð
tíðarskeið, tá ið ikki ber til at bora fyri veður, ella tá ið boriútgerð verður skift, en. down time, no. dødtid
djúpgrund
fastar fláir, sum ein vond er fest í, en. bedrock, no. grunnfjell
djúphav
hav við stórum dýpi (uttan fyri hellingina), en. deepsea
djúphavsskorpa
jarðskorpa undir djúphavi, en. oceanic crust, da. oceanskorpe
djúphavstøkni
tøkni til virki úti á djúpum, en. deep water technology, da. dybvandsteknik
dolomitt
grýti, sum tilfarið í eru tvífalt karbonat (kolsúrt salt), kalsium og magnesium, rættiliga vanligt goymslugrýti, en. dolomite, no. dolomitt, bitterspalt
dótturfelag
sjálvstøðugt (handils)felag undir øðrum størri felag, en. subsidiary company, da. datterselskab
doymi
angaevni, ið verður latið út í jarðgass ella flótandi kolvetni, so at lætt skal vera at varnast lekar, t.d. propanroyk - propan (C3H8) er í sjálvum sær luktleyst, en. odorant
dropa
broyta (gass) í flótandi líki, en. condense, da. fordråbe
dropadriv
evni, ið verða tætt í dropadrívingini, t.d gasskend brennievni og steinolja, en. distillates, no. destillater
dropadríving
tilgongd at reinsa løgir og skilja teir út við stigvísari guving og tætting, en. distillation, no. destillasjon
dropagass
gass í flótandi líki, en. condensate, da. kondensat
døggmark
hitastigið, sum gassbland undir støðugum trýsti ger hin fyrsta dropan, en. dew point, no. duggpunkt