FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
kálkgrýti
botnsigið grótslag fyri ta mesta úr kálkspatti, en. limestone, da. kalksten
kanningarboring
boring til at vita, um kolvetni er til á ávísum øki, en. exploration drilling, no. undersøkelsesboring
kanningarreiði
bygnaður nýttur til at bera ta útgerð, ið krevst til kanningarboring, en. exploration rig
kanningarskip
skip nýtt til kanningar, eina helst skjálvtafrøðiligar (seismiskar), en. survey ship, da. undersøgelsesskib
kanningarstjóri
fyristøðumaður fyri kanningum, en. exploration manager, da. lederen for undersøgelserne
kavaraklokka
trýstklivi, sum kavarar arbeiða í/útfrá úti á bládjúpum, kann eisini verða nýtt sum eygleiðingarrúm, en. diving bell, no. dykkerklokke
kavarasjúka
ring sjúka hjá kavarum, verður trýstið lækkað ov skjótt. Orsøkin er køvievnisbløðrur í blóðinum, ið lunguni krevja góða tíð til at fáa burtur, en. bends, no. dykkersyke
kaving
tað at kava (til kanningar og arbeiðis undir sjógv), en. diving, da. dykning
kelly
sí hvørviborð
ketuskapaður
um opin, ketumyndað lívrunnin evni og afturlatnar ketur við samsvarandi evnafrøðiligum eginleikum, en. aliphatic, no. kjedeformet
kjarnarør
holrúmið oman fyri hitt ringskapaða borihøvdið, sum verður fylt av kjarnanum, tá ið borurin lækkar. Tá ið borikjarnin verður drigin upp, er hann inni í kjarnarørinum, en. core barrel
kjarni
strokkskapað sýni av grótsløgum, sum verður borað út og drigið upp úr holinum saman við kjarnaborinum, en. core, no. kjerne
kjølfestuvatn
barlastarvatn
kloyving
sundurloysn av evnasambinding, so at úr verða fleiri einstøk mýl, en. decomposition, no. spalting, nedbryting
klumping
tað at fastir bitlar, sum eru blandaðir við ein løg ella vatnloysing, ikki verða upploystir í blandingin, men klumpast saman í smærri hópar, en. floccuation, no. sammenklumping
kolevni
frumevni, ið kemur fyri í ymsum líki, t.d. sum diamantur, grafitt og kol, en. carbon, no. karbon, kullstoff
kolfláir
ymsar fláir, ið hava kol í sær, en. coal measures, no. kulllag
kolsorta
kolevni framleitt av ófullkomið brendum kolvetni, nýtt í gummiídnaði til ífyllu, til málingarlit, prentsvertu og til tussj- og blekkgerð, en. carbon black, no. kjønrøk
kolvetni
samansett evni úr luteindunum vetni og kolevni, kemur fyri í føstum líki, flótandi ella sum gass, en. hydrocarbons, no. hydrokarboner
kolvetnisbærur
ið inniheldur kolvetni, en. hydrocarbon leading, da. kulbrinteførende
kolvetnisfloymur
tað at kolvetni lekur út í stórum, en. escape of hydrocarbons, da. udstrømning af kulbrinter
kolvetnisfundur
fundur av kolvetni, en. hydrocarbon accumulation, da. kulbrinteforekomster
kolvetnisfyrisiting
fyrisiting fyri málum kolvetni viðvíkjandi, en. hydrocarbon administration, da. kulbrinteforvaltning
kolvetnisleiting
leiting eftir kolvetni, en. hydrocarbon exploration, da. kulbrinteefterforskning
kolvetnisleki
leki av kolvetni, en. leakage of hydrocarbons, da. udslip af kulbrinter
kolvetnislóg
lóg um kolvetnisvinnu, en. Act on Hydrocarbon Activities, da. kulbrintevirksomhedslov
kolvetnislóggáva
lóggáva viðvíkjandi kolvetni, en. hydrocarbon legislation, da. kulbrintelovgivning
kolvetnisskattur
skattur á kolvetni, en. hydrocarbon tax, da. kulbrinteskat
kolvetnisskipan
skipan um kolvetnismál, en. hydrocarbon regime, da. kulbrinteregime
kolvetnisslóð
slóð av kolvetni, en. hydrocarbon trace, da. hydrokarbonspor
kolvetnisspell
tað at kolvetni fer fyri skeytið, en. waste of hydrocarbons, da. spild af kulbrinter
kolvetnistilfeingi
tilfeingi av kolvetni, en. hydrocarbon resources, da. kulbrinteressourcer
kolvetnisvánir
útlit fyri at finna og vinna út kolvetni, en. hydrcarbon potential, da. kulbrintepotentiale
kolvetnisvinna
vinna stovnað á kolvetni, en. hydrocarbon activities, da. kulbrintevirksomhed
koløld
jarðsøguskeið, ið tók seg upp fyri o.u. 350 mill. árum og endaði fyri o.u. 280 mill. árum. Tá vórðu flestar kolfláir í Landnyrðings-Evropa til, en. Carboniferous age, da. kultid
kortlegging
tað at kortleggja, t.e. gera kort av ávísum øki, en. mapping, da. kortlægning
kósseting
tað at seta kós, en. directional survey, da. retningsbestemmelse
kranafar
far við krana nýtt til at staðseta og væla um byggingar á havbotni ella á boripøllum, en. crane barge, no. kranfartøy
kritøld
jarðsøguligt skeið, sum tók seg upp fyri o.u. 130 milliónum árum og sum endaði fyri o.u. 60 milliónum árum. Í hesum tíðarskeiði vórðu myndaðar kritbotnsetingarnar í Landnyrðings-Evropa
krop
tilgongd, ið ber í sær, at rørleiðingarnar á havbotni víðkast av nógvum trýsti og alsomum hitabroytingum. Av hesum kunnu rørini eisini flyta seg ("krúpa") á havbotninum, en. creep, no. krypning, siging
krúna
borikrúna, en. bit, no. borekrone
krúnuhald
tung metalpláta, ið gongur niður í hvørviborðið og sum verður nýtt til at halda borikrúnuni fastari, tá ið hon verður skrúvað leys úr boristreinginum, en. bit-breaker
krøkil
amboð til at "fiska upp" útgerð úr boriholi, en. overshot
kúpugerð
tað at kúpumyndað jarðløg verða til, en. updoming, da. kuppeldannelse
kvarterøld
tað jarðsøguliga tíðarskeið, ið næst er okkara tíð og tók seg upp fyri o.u. millión árum, en. quaternary era
kveikimark
hiti, ið evni kann verða heitt til, áðrenn festir í, en. ignition point, no. tenningspunkt
kyrkil
trongi, ið skal tálma renslisferð, kann vera fastur ella stillandi, en. choke, no. strupeventil
køvievni
høvuðstilfarsliður í luft, køvievnissambond eru í flestallari ráolju, en. nitrogen