Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

bakhald
tað at ein partur av boristreinginum verður hildin stillur, meðan annar lutur verður skrúvaður úr honum ella inn í hann, en. back-up
bar
eind til at máta trýst. Eitt bar samsvarar við 0.987 lofthavstrýst, en. bar
baritt
tungt steinevni nýtt í borimóru til tess at økja um egintyngdina, en. barytes, no. barytt, bariumsulfat
barlastarvatn
vatn sum barlast í oljutómum tangaskipi, kjølfestuvatn, en. ballast water, da. ballastvand
basaltflógv
flógv av basalti, en. basalt stratum, da. basaltlag
basaltháslætti
háslætti av basalti, en. basalt plateau, da. basaltplateau
basingarútgerð
útgerð til at basa tilburðum, ið kunnu elva til vanlukku, en. emergency control equipment, da. bekæmpelsesudstyr
bentonitt
leir, sum verður latið út í borimóru, en. bentonite, no. bentonitt
bering
tað at luttøka verður borin, sí: borin luttøka
betongpallur
útvinslupallur úr styrktum betongi, en. concrete platform, no. betongplatform
bjargingarbátur
(á oljuboripalli) bátur at hava til bjargingar í neyðstøðu, en. lifeboat, da. redningsbåd
bjargingartilbúgving
tilbúgving til bjargingar í vandastøðu, en. emergency preparedness, da. redningsberedskab
bjargingartyrla
tyrla nýtt í bjargingartiltøkum, en. SAR helicopter, da. redningshelikopter
bjargingarútgerð
útgerð til bjargingar, en. life-saving equipment, da. redningsmidler
blendin
(um evni, vanliga løg) ið til ber at blanda við annað evni ella annan løg og gera úr einvorðnan blending, en. miscible, no. blandbar
blendingur
tvey ella fleiri evni samanblandað, soleiðis at hvørt evni varðveitir upprunaliga evnafrøðiliga eginleika sín, en. mixture, no. blanding
blinduppboð
uppboð, har ið kappandi feløg geva boð síni í trúnaði innan ávísan dag, en. sealed bid auction, blind auction, no. blind-auksjon
blóðga
tappa løg undir trýsti í smáum nøgdum og hóvliga, en. pressure bleed off
borari
formaður fyri arbeiði á boridekki, en. driller
boridekk
dekkið, har ið hvørviborðið stendur, en. derrick floor, rig floor, no. boredekk
borideksmaður
ein av borimanningini, ið arbeiðir á dekkinum, har ið boritornið stendur, en. floorman, roughneck
borieind
boripallur við manning og allari útgerð, en. drilling unit, da. boreenhed
borievnindi
evnindi nýtt í sambandi við boring, en. drilling chemicals, da. borekemikalier
borifelag
felag, ið skipar fyri boring, en. drilling company, da. borefirma
boriferð
ferð, ið borað verður við, metrar ella føtur um tíman, en. rate of penetration, no. penetrasjonshastighet
borihol
hol borað niður í oljubrunn, en. drilling hole, da. borehul
borikragar
serliga tung stálrør staðsett tætt oman fyri borin til at halda uppi trýstinum á borikrúnuna og tryggja, at boristrongurin er strektur, en. drill collars, no. borekraver
borikrúna
lutur niðast á boristreingi, ið sker ígjøgnum grótløgini, en. drill bit, no. borekrone
borimanning
manning, ið arbeiðir við boring, en. drilling crew, da. boremandskab
borimóra
blandingur av leiri, vatni og evnindum, ið verður pumpaður niður gjøgnum boristreingin, meðan borað verður. Endamálið er at smyrja kervið, reinsa borikrúnuna fyri ymsar leivdir og flyta tær upp úr holinum, geva móttrýst móti ymsum flótandi í fláunum, ið annars hevði runnið út og upp, en. drilling mud, no. boreslam
borin luttøka
tað at eitt oljufelag rindar nakrar ella allar útreiðslur hjá einum felaga/sameigara í leitingarskeiðinum ella møguliga eisini í útbyggingarskeiðinum, en. carried interest, da. båret deltagelse
boring
tað at bora (serst. eftir olju og gassi), en. drilling, da. boring
boripallur
pallur úti á havi, flótandi ella støðufastur, sum borað verður niður úr, en. drilling platform, no. boreplattform
borireiði
laðing við allari útgerð, ið kevst til at bora ein brunn, en. drilling rig, da. borerig
borirør
sí: boristrongur, en. drill pipe, da. borerør
boriskip
skip við boritorni nýtt til boringar úti á djúpum, en. drill ship, no. boreskip
boriskylda
skylda til at bora tað, ið felag hevur bundið seg til, en. drilling obligation, da. boreforpligtelse
borispæl
veirspæl, sum heldur boristreinginum, en. drawworks
borispønir
smátt gróttilfar, ið borað er innan úr boriholi, en. drill cuttings, da. borespåner
boristjóri
stjóri á boripalli, en. toolpusher
boristrongur
10 metra long stálrør, ið verða samanskrúvað til eitt rør, ið bindur borikrúnuna saman við boripallin. Strongurin verður malin til tess at bora hol, og samtíðis virkar hann sum leiðingarrør til borimóruna, en. drill string, no. borestreng
boritorn
høgt, uppmjátt stáltorn yvir boriholi, en. derrick, no. boretårn, oljetårn
boritrygd
trygd í sambandi við boring, en. drilling safety, da. boresikkerhed
boritøkni
tøkni el. háttalag nýtt í boring eftir olju ella gassi, en. drilling technique, drilling technology, da. boreteknologi
boriætlan
útgreind fyriætlan um boring eftir olju ella gassi, en. drilling programme, da. boreprogram
botnholssemd
niðasti partur av borirørinum, sum eru borikrúna, borikragar, vektrør og hjálparutgerð, en. bottom hole assembly (BHA)
botnlegugrýti
legugrýti á havbotni, en. bottom sediment, da. bundsediment
botnrøkt
eftirlits- og ruddingartiltøk, ið oljufeløg javnan fremja til at leita eftir órusli og beina tað burtur, en. sea floor housekeeping
botnsetast
leggjast á botn, en. deposit
botnseting
óloysið evni, ið søkkur á botn í kari ella brunni eins og botnsig, úrfelling, en. precipitate, no. utfelling
botnsig
tungir partar, ið guva ikki upp við dropadríving, en. bottoms
boyuferming
tað at ferma tangaskip úr slangu bornari uppi av fermingarboyu, en. buoy loading, da. bøjelastning
brennibummur
innanopin bummur, sum avlopsgass verður leitt ígjøgnum til brenningar, en. burner boom
brenniolja
tungur reinsaður ráoljuúrdráttur sum t.d. bensin og dieselolja nýtt sum rekevni á orkustøðum og undir skipsketlum, en. fuel oil, da. brændselsolie, fuelolie
brotkubbi
øki við rivu, har sum grótsløgini hvørjumegin við eru umskarað, en. fault block, da. forkastningsblok
brottrýst
tað trýst, ið krevst til at spreingja grýti á serstøkum dýpi, so at løgur ella gass kann verða innsprænt, en. fracture pressure
brunaútgerð
útgerð til eldsløkkingar, en. fire equipment, da. brandudstyr
brunaverja
verja fyri eldsbruna, en. fire protection, da. brandværn
brunnbyrging
verja fyri, at kolvetni rennur úr brunni, en. well barrier, da. brøndbarriere
brunnfesti
fyrsta fóðringarrørið, sum sett verður í havbotnin, en. conductor
brunnhøvd
eftirlitsútgerð fest ovast á fóðringarrør, m.a. ventilar, eftirlitsútgerð móti útblástri o.s.fr., en. wellhead, no. brønnhode
brunnramma
stálramma uttan um brunn, en. (subsea) template, da. templat
brunnrás
kós, sum brunnur er lagdur, en. well path, da. brøndretning
brunnrøkt
umsitingararbeiði við útvinslubrunn, en. workover
brunnskap
innrætting av brunni, en. well design, da. brønddesign
brunnspark
tað at løgur rennur inn í brunn úr poknutum jarðløgum, en. well kick, da. brøndspark
brunnur
borihol niður í undirgrund, sum gevur samband við jarðgoymslu, en. well, da. brønd
bullingar
fyribrigdi, ið kemur til sjóndar, tá ið trýstið í løgi minkar, so at gassbløðrur gerast og síðan hvørva, tá ið trýstið aftur veksur. Vandamál í sambandi við pumpur, tí at tær flætta ikki við gass, en. cavitation, no. kavitasjon
búpallur
pallur til tilhalds hjá oljuverkamonnum, en. accomodation platform (rig), no. boligplattform
burturbeiningarloyvi
loyvi til at beina burtur t.d vandamikil evni, en. discharge permit, no. utslipstillatelse
burturbrenning
tað at beina fyri avlopsgassi við at brenna tað, en. flaring, da. afbrænding
burturveiting
tað at veita evni t.d. á sjógv, en. discharging, da. udledning
butan
evnindi (C4H10), ið er hitt fjórða í raðnum av parafinum. Í gasslíki við vanligan hita og trýst, men broytist lættliga í flótandi líki av trýsti og kann tá verða flutt sum løgur ("camping gas"), en. butane, no. butan