Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

fallrør
rør, sum flytur flótandi løg niðureftir í dropadrivsrøri frá einum stigi til hitt næsta, en. downcomer, no. fallrør
fat
1 fat er umleið 159 litrar - nýtt sum máleind fyri jarðolju og oljuúrdráttir. Eitt fat = 42 amerikanskar gallons, 6.29 føt = ein rúmmetur, en. barrel, no. fat, tønne
fella
oljufella, en. trap, da. fælde
fermingarboya
boya úti á havi við slangu til at ferma tangaskip, en. loading buoy, no. lastebøye
fiska upp
royna at fáa upp aftur lut, sum er mistur niður í brunn, en. fish (for lost equipment), da. "fiske" (efter tabt udstyr)
fiskur
lutur, sum av óvart er mistur niður í brunn, en. fish
fjølbeinaskip
stuðulsfar við ymsari útgerð sum t.d. kranum, verkstaði, kaving, sjúkrahúsi, eyka seingjarstøðum, vatngotrum og øðrum amboðum til at vinna á eldsbruna o.s.fr., en. multiservice vessel (MSV)
fjølmýli
samsettur blandingur, ið er gjørdur við at einmýli andgera og verða samanbundin í langar ketur, en. polymer, da. polymér
fjølmýlskur
við fleiri mýlum samanbundnum, en. polymeric, da. polymer
flaggland
land, har ið skip ella virki er skrásett, en. flag state, da. flagstat
flansur
útstandandi kantur á t.d. røri til at bolta saman við flans á øðrum røri, en. flange, no. flens
flógv
lag við rættiliga tjúkkum legugrýti og at kalla líkari samanseting og líkum eginleikum, en. bed, no. stratum, lag
flótandi gassolja
blandingur av løttum kolvetni, sum í vanligum umstøðum kemur fyri í gasslíki. Hesi kolvetnissløg eru niðurkøld og tí vorðin flótandi til tess at lætta um flutning og goymslu. Køld flótandi gassolja er yvirhøvur propan og butan, en. liquefied petroleum gas (LPG) el. condensates
flótandi jarðgass
jarðgass, sum er vorðið flótandi við køling. Hetta verður gjørt, at tað skal vera lættari at goyma og flyta gassið. Slíkt kølt gass er yvirhøvur metan, en. liquefied natural gas (LNG), no. flytende naturgass
flothylki
innanopin flottangi nýttur til at styðja upp undir flotpall, en. pontoon, no. pongtong
flotkragi
sersmíðað flotútgerð nýtt, tá ið stálpallur verður settur á havbotnin, en. flotation collar
flotpallur
flótandi boripallur, sum kann søkkjast longri niður í sjógvin, meðan arbeitt verður, hálvsøkkin pallur, en. semisubmersible rig
flottangi
flótandi goymslutangi, sum oljan, ið er flutt av útvinslupalli, verður goymd í til bráðfeingis, áðrenn hon verður skipað um borð í tangaskip, en. spar
flutblokkur
flytandi lutur av blokkakervinum, ið nýtt verður at flyta upp og niður rør í boriholinum, en. travelling block
flutningskostnaður
kostnaður fyri flutning, en. freight rate, no. transportkostnader
flutningsskipan
skipan fyri flutning, en. transportation system, da. transportsystem
flutpallur
flytandi boripallur, flýtur, meðan hann verður fluttur, stendur á beinum, ið verða lækkað og fest í havbotnin, en. jack-up rig
fløgugrót
smákornut fløgulagt leirgrýti, en. shale, da. skifer
forhitari
útbúnaður, ið hitar eitthvørt upp frammanundan (t.d. nýggja luft, brennievnisblanding til motor), en. preheater, no. forvarmer
forkanning
kanning gjørd, áðrenn farið verður undir útvinslu, en. prospecting survey, da. forundersøgelse
forkanningarskeið
tíðarskeið, tá ið forkanning verður gjørd, en. preliminary surveys phase, da. forundersøgelsesfase
fóðringarfesti
lægsti depil í brunni, har ið fóðringarrørið er fest, en. casing seat
fóðringarrør
stálrør stoypt fast innan um brunn til at forða fyri, at hann rapar, skal eisini verja fyri, at óynskt væta setur inn í brunnin, en. casing, no. foringsrør
fráboðanarskipan
skipan til fráboðanar frá rannsóknarúrslitum, en. reporting procedure, da. rapporteringsprocedure
frálandsarbeiði
arbeiði við oljuútvinslu úti á havi, en. offshore work, da. offshore opgaver
frálandsboring
boring eftir olju og/ella gassi úti á havi, en. offshore drilling
frálandsútbúnaður
útbúnaður til oljuútvinslu úti á havi, en. offshore installations, da. offshoreinstallationer
frálandsvinna
oljuvinna úti á havi, en. offshore activities, da. offshoreaktiviteter
frásetuvatn
brúkt, skitið vatn, en. waste water, da. spildevand
fráveitari
uppblásandi luftkoddi, sum gjørdur virkin ger, at útblástur verður leiddur burtur, en. diverter
frígoymsla
goymsla við ótollaðari vøru, en. bonded warehouse, da. frilager
frumevni
evni, ið verður ikki niðurbrotið meir enn tað sama, en. element, no. grunnstoff
frumútvinsla
útvinsla av olju og gassi úr jarðgoymslu við bert at nýta natúrligan rakstrarmátt, en. primary recovery
fullgerð
tað at gera liðugt boraðan brunn til reiðar til útvinslu, en. completion, no. komplettering
fylgisgass
jarðgass funnið saman við olju, annaðhvørt upployst í oljuna ella sum lok av leysum gassi yvir oljuni, en. associated gas, no. assosiert gass
fylgisløgir
flótandi kolvetni útvunnið saman við jarðgassi, en. associated liquids, no. assosierte væsker
fylgisveinsleinki
fjarskiftiskervi, har sum eitt bákn verður sent millum tveir deplar um støðufastan fylgisvein, en. sattelite link
fyristøðufelag
felag, sum hevur loyvi til at bora brunnar og fara undir útvinslu, um rakstrarverdir fundir verða gjørdir. Fyristøðufelagið kann annaðhvørt sjálvt bora brunnarnar ella leiga eitt boringarfelag til at bora eftir sáttmála, en. operator, no. operatør
fyristøðunevnd
nevnd í fyristøðufelagi, en. joint operating committee, da. operatørkomité
fæfeingi
peningur ella annað góðs, ið nýtt verður til íløgu, ið væntast at geva úrtøku, en. capital, no. kapital
førleikakrøv
krøv um førleika í ávísum evnum, en. qualification requirements, da. kvalifikationskrav