Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

vandastøða
støða við vanda, en. hazardous situation, da. faresituation
vanlukkutilbúgving
tilbúgving í sambandi við vanlukku, en. emergency preparedness, da. katastrofeberedskab
varmarák
tað at flyta varma gjøgnum løg ella gass vegna rørslu í evninum, en. convection, no. konveksjon
varmaskiftil
útgerð nýtt til at flyta varma millum ymsar løgir, en. heat exchanger, no. varmeveksler
vatndriv
endurvinningartilgongd, har ið olja og gass verða drivin út úr jarðgoymslu við tað, at vatn undir í neðra verður víðkað, en. water drive, no. vanndriv
vatninnspræning
seinni útvinningartilgongd, tá ið vatn verður pumpað inn í jarðgoymsluna til tess at halda trýstinum uppi, en. water injection, no. vanninjeksjon
vatnleysur
(um evni) ið hevur einki vatn í sær, en. anhydrous, no. vannfri
vatnsláttur
tann orka, ið verður loyst, tá ið streymur av løgi brádliga verður steðgaður, en. water hammer, no. vannslag
váðafúsur
(um pening) settur í (nýggja) verkætlan (við vanda fyri at verða mistur), en. risk (capital), da. risikovillig
váðagreining
greining av váða, en. risk analysis, da. risikoanalyse
váðalýsing
lýsing av váða, en. risk analysis, da. risikoanalyse
veitarafelag
felag, ið útvegar veitingar, en. supply company, da. leverandørselskab
veitari
felag ella einstaklingur, ið veitir oljuvinnuni vøru og tænastu, en. supplier, da. leverandør
veitingafelag
felag, ið veitir oljuídnaðinum tænastur, en. service company, da. serviceselskab
veitingaskip
sersmíðað skip, sum flytur vistir og útgerð út á havstøðir, en. supply vessel, no. forsyningsbåt
verknevnd
bólkur, ið stýrir einum verkevni, en. steering committee, da. styregruppe
verkskipan
myndil, ið sýnir, hvussu ein fyritøka er skipað, en. organisational chart, da. organisationsplan
verktaki
ein, ið tekur á seg verk at gera, en. contractor, da. entreprenør
verktøka
tað at taka á seg verk, en. enterprise, da. entreprise
verkætlanarstýring
stýring av verkætlan, en. project control, da. projektstyring
vetning
tilgongd, ið ger, at tvífalt kolevnissamband verður umgjørt til einfalt kolevnissamband, við tað at vetni verður tilsett, en. hydrogenation, no. hydrogenering
víddargjald
gjald fyri loyvisøki roknað eftir vídd, en. area fee, da. arealafgift
vikboring
sí stevnuboring
vikbrunnur
brunnur boraður undir eftirliti til viks til tess at koma at øðrum stað í jarðgoymsluni enn beint undir boripallinum, en. deviated well, no. deviert brønn
villkøttur
brunnur, sum verður boraður, uttan at nakar kennir innihaldið og bygnaðin á grótsløgunum, ið borað verður ígjøgnum, en. wildcat, no. undersøkelsesbrønn
vinningsbýti
úrtøka, sum felag rindar íleggjarum, en. dividend, no. utbytte
vinningsføri
tað hvussu nógvan vinning, eitthvørt (t.d. framleiðsla) gevur av sær, en. profitability, da. profitabilitet
vinningsførur
førur fyri at geva vinning, en. profitable, da. profitabel
virkisloyvi
loyvi til at reka vinnuligt virksemi, en. licence
vistarhaldsrúm
rúm til vistarhalds, en. accomodation facilities, da. boligkvarterer
vistaveiting
veiting av vistum, en. catering, da. catering
vistskipan
vistfrøðilig skipan, en. ecosystem, da. økosystem
viðgerðarstøð
støð, har ið olja og gass verða viðgjørd, en. processing facility, da. behandlingsanlæg
viðgerðarútbúnaður
útbúnaður til viðgerðar, en. processing facilities, da. behandlingsudstyr