Málslig ráðgeving

Starvsfólk og stovnsbygnaður

Umframt starvsfólkini, sum taka sær av dagliga rakstrinum, er Málráðið skipað sum umboðsráð við eini starvsnevnd.

Ráð og starvsnevnd

Starvsfólkini og starvsnevndin koma saman eina ferð um mánaðin at viðgera og samtykkja svar til málspurningar. Í starvsnevndini eru formaðurin í Málráðnum og næstforkvinnan umframt tríggir nevndarlimir. Tað eru ráðslimirnir, sum velja starvsnevndina.

Ráðslimirnir eru valdir eftir tilmælum, og slagorðið hjá Málráðnum 'Øll eiga málið' sæst aftur her, tí hesi eru sett fyri at umboða allar Føroyar. Ráðslimirnir hava sæti í fýra ár, og skeiðið hjá teimum, sum sita í løtuni, er frá 1. august 2025 til 31. juli 2029.

  • Beinir Bergsson

    Formaður

    Valdur eftir tilmæli frá Javnstøðunevndini

  • Lena Reinert

    Næstforkvinna

    Vald eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini

  • Hjalmar P. Petersen

    Starvsnevndarlimur

    Valdur eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya

  • Sigmund Jógvansson

    Starvsnevndarlimur

    Valdur eftir tilmæli frá Felagnum Føroyamál

  • Sonja Winthereig

    Starvsnevndarlimur

    Vald eftir tilmæli frá Námi

  • Bergur Rasmussen

    Málráðslimur

    Valdur eftir tilmæli frá Rithøvundafelagi Føroya

  • Edny Poulsen

    Málráðslimur

    Vald eftir tilmæli frá Deyvafelagnum og HOYR

  • Iben Nyholm Debess

    Málráðslimur

    Vald av landsstýrismanninum

  • Niels Jákup Thomsen

    Málráðslimur

    Valdur av landsstýrismanninum

  • Sanna Andrassdóttir Dahl

    Málráðslimur

    Vald eftir tilmæli frá Navnanevndini

  • Solby A. Christiansdóttir

    Málráðslimur

    Vald eftir tilmæli frá Mentanargrunni Landsins

Starvsfólk á Málstovuni

Hesi fara av húsum hvønn morgun fyri at smíða nýggj orð, áseta stavsetingarreglur, ritstjórna og ikki minst at skráseta og svara fyrispurningum um mál. Starvsfólkini halda til á Málstovuni, sum er skrivstovan hjá Málráðnum.