Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

lag
flógv
landføring
tað at føra olju og/ella gass í land, en. landing, da. ilandføring
landgrunnur
havbotnur við ella kring eitt land (út á landgrunshellingina), en. Continental Shelf, Faroe Shelf, da. kontinentalsokkel
landingarprísur
tann prísur, ið oljureinsiverk rindar fyri ráolju, en. landed price
landsoljufelag
oljufelag, sum landið eigur, en. national oil company, da. nationalt olieselskab
landstøð
staður á landi, ið er serútgjørdur til at taka ímóti olju og/ella gassi úr rørleiðing ella tangaskipi. Landstøð er ikki tað sama sum reinsiverk, en. terminal
langtíðarárin
árin, ið sæst til eftir langari tíð, en. long time effects
lánsfæ
fæ fingið til vegar sum lán og ikki við t.d. at selja partabrøv, en. loan capital, no. lånt kapital
legudagar
dagar, sum sambært sáttmála eru ætlaðir til fermingar og uppskipingar av vøru, en. lay days, da. liggedage
legugrýti
leyst tilfar sigið á botn og lagst á havbotnin, á botn í vøtnum, áum og mýrum, en. sediments, no. sedimenter
legugrýtisflógv
flógv av legugrýti, en. sediment layer
legugrýtislægd
lægd í legugrýti, en. sedimentary basin, da. sedimentbassin
legugrýtisvond
vond í legugrýti, en. sedimentary structure, da. sedimentær struktur
leigugjald
árlig upphædd, sum oljufelag rindar ríkinum (landinum) fyri at varðveita loyvisrættindi, en. rental payment, da. lejebetaling
leirfløgusáld
net, ið skakast til tess at skilja grovar steinpirrur úr borimóruni, áðrenn hon fer aftur í umferð, en. shale shaker
leirgrýti
leirkent grót, en. clay rock, da. lerbjergart
leitingarboring
boring til tess at leita eftir olju og/ ella gassi, en. exploration drilling, da. efterforskningsboring
leitingarbrunnur
brunnur boraður til at leita eftir olju og/ella gassi, en. exploration well, da. efterforskningsbrønd
leitingarháttur
háttur til at leita eftir olju og/ella gassi, en. exploration strategy, da. efterforskningsstrategi
leitingarleið
leið, har sum leitað verður eftir olju og/ella gassi, en. exploration area, da. efterforskningsområde
leitingarloyvi
loyvi, ið landið veitir oljufelag til at leita eftir olju og/ella gassi á ávísum øki, en. exploration license, da. efterforskningslicens
leitingarmið
avmarkað bygnaðareind í undirgrundini, sum eftir skjálvtakanningum o.ø. at døma ætlandi hevur í sær olju og/ella gass og tí kann vera hóskandi til leitingarboringar, en. prospect, da. prospekt
leitingarmyndil
ein leitingarmyndil fevnir um teir ymisku jarðfrøðiligu tættirnar í felag við atliti at møguligum oljufundum á ávísum stað, en. play-type, da. playtype
leitingarorka
ráð til leitingar eftir olju og/ella gassi, en. exploration resources, da. efterforskningsmidler
leitingarskeið
virkisskeið, tá ið felag leitar eftir olju og/ella gassi. Tá verða gjørdar jarðfrøðiligar og jarðalisfrøðiligar rannsóknir, ið vanliga verða eftirfylgdar av leitingarboringum á útlitabestu økjunum, en. exploration phase, no. letefase
leitingarváði
váði, ið stendst av leiting eftir olju og/ella gassi, en. exploration risk, da. efterforskningsrisiko
leitingarøki
øki, har ið leitað verður eftir olju og/ella gassi, en. exploration area, da. efterforskningsområde
leið
landafrøðiligt øki, har ið olja og gass verða útvunnin, en. field, no. felt
leiðarit
farmynd, ið sýnir eitt virki við útgerð í høvuðsdráttum, en. flow sheet, da. driftsprogram
leiðingarføri
evni til at leiða t.d. hita gjøgnum lut, en. conductivity (thermal), da. ledningsevne
leiðreglur
reglur til leiðbeiningar, en. guidelines, da. retningslinier
lekaroynd
roynd til eftirlits við stoyping og til at finna hægsta trýst, ið grýtið undir "skónum" á fóðringarrørinum tolir, áðrenn tað svignar og letur borimóru renna inn, en. leak-off test
ljóðgevi
tól, ið gevur ljóð til skjálvtakanningar (seismiskar), en. energy source
loftflutningur
flutningur loftvegis, en. air transport, da. lufttransport
logafongul
tól, ið forðar fyri, at neistar ella logar sláa aftur inn í útgerð við eldfimum løgi og/ella gassi, en. flame arrestor, no. tilbakeslagsventil
logamark
lægsti hiti, ið krevst, til at í løgi myndast nóg mikil guva, at hon kyknar, tá ið íkveikingarkelda er um vegir, en. flash point, no. flammepunkt
lok
lag av gjøgnumheilum grótsløgum oman á eini jarðgoymslu, ið forðar kolvetnum at koma upp ígjøgnum, takgrýti, en. cap rock, no. dekklag
loysiligur
sum er loysandi, vanliga í vatni, um ikki annað er tilskilað, en. soluble, no. oppløselig
loysin flógv
flógv við grótsløgum við fyrikomingum av kolvetni, en. pay-zone
loysin leið
leið við fláum, sum hava í sær olju og/ella gass, en. pay-zone
loyvi
rættindi givin av landinum til at leita eftir og vinna út olju, en. license, da. licens, koncession
loyvisgjald
gjald, sum loyvisgevin (landið) skal hava, áðrenn útreiðslur til rakstur, íløgur o.s.fr. verða frádrignar, en. license fee, da. licensafgift
loyvishavi
fólk ella fyritøka, ið hevur fingið loyvi frá myndugleikum at leita eftir kolvetni og fara undir útvinslu, um rakstrarverdir fundir verða gjørdir, en. licencee, da. rettighedshaver
loyvismyndil
myndil av loyvi t.d. til oljuleiting, en. concession model, da. koncessionsmodel
loyvisskeið
tíðarskeið, sum loyvi hevur gildi, en. license term, da. licensperiode
loyvisteigur
partur av landgrunninum, ið hoyrir undir ávísan landsgeira. Teigurin er avmarkaður og sundurbýttur við uppgávu av longdar- og breiddarstigi. Tað er eisini vanligt, at ein teigur verður sundurlutaður í smærri øki, en. licence block, no. lisensblokk
loyvistillutan
tillutan av loyvi, en. license allocation, da. licenstildeling
loyvistreytir
treytir fyri loyvi, en. license conditions, da. licensbetingelser
loyvisumfar
ávíst tal á økjum útlutaðum í felags umfari, en. licence round, no. lisens-runde
lufttrýst
tað trýst, sum luftin elvir í opnum andarúmi, tað sama allar vegir. Standartrýst við sjóvarmálan er tað, sum krevst til at lyfta kyksilvursúlu 760 mm. Tað samsvarar við 1,0133 bar, en. atmospheric pressure, no. atmosfærisk trykk
lutloysa
lata sýru í soduloysing ella øvut, so at úr verður evnafrøðiliga lutleysur blandingur, en. neutralize, no. nøytralisere
lútur
evni, sum við andgerð við sýru ger bert vatn og sølt, en. base
lyftiklemmur
klemmur festar at boristongini, so at til ber at lyfta hana og lata síga, en. elevators, no. elevatorer
lyftiorka
orka hjá lyftiamboð, en. lifting capacity, da. løftekapacitet
lygni
sí oljulygni
løgdømi
øki, har sum lóg og rættur hjá landi hava gildi, en. jurisdiction, da. jurisdiktion
løgufar
far nýtt til at leggja niður rørleiðingar, en. pipelaying vessel, da. læggefartøj