Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

jarðalisfrøði
vísindagrein, ið fevnir um alisfrøðiligar og jarðfrøðiligar meginreglur, en. geophysics, no. geofysikk
jarðalisfrøðingur
ein, ið er lærdur í jarðalisfrøði, en. geophysicist, da. geofysiker
jarðevnafrøði
vísindi um útbreiðslu av frumevnum í jarðskorpu (um 16 km dýpi), vatnhválvi og lofthavi, en. geochemistry, da. geokemi
jarðevnafrøðiligur
viðvíkjandi jarðevnafrøði, en. geochemical, da. geokemisk
jarðfrøði
vísindi um jarðskorpuna, gerð og tilgongdir, en. geology, no. geologi
jarðfrøðiligur
viðvíkjandi jarðfrøði, en. geologic(al), da. geologisk
jarðgass
blandingur av løttum kolvetnum, vanliga yvirhøvur metan, ið eru funnin í jarðskorpuni, tíðum upployst, en. natural gas, no. naturgass
jarðgassløgur
flótandi kolvetni funnið saman við jarðgassi, en. natural gas liquids (NGL)
jarðgoymsla
heiti á flógv, har ið olja ella gass er til, en. reservoir, no. reservoar, magasin
jarðhitavøkstur
mát fyri, hvussu nógv ið hitin í grótinum veksur, longri niður verður komið, en. geothermal gradient, da. geotermisk mål
jarðlag
flógv
jarðlind
flógv
jarðlurt
mátitól nýtt í skjálvtakanningum (seismiskum kanningum) til tess at lofta ljóðbylgjum, ið verða afturkastaðar av fláum undir havbotni, en. geophone, no. geofon
jarðolja
olja komin av steinevnum í jørð, en. mineral oil, da. mineralsk olie
jarðskorpa
ytsta lag á jørðini (5-70 km tjúkt), en. earth crust, da. jordskorpe
jarðtøkni
vísindi um jarðskorpuna úr tøkniligum sjónarhorni, en. geotechnics, da. geoteknik
jarðtøkniligur
viðvíkjandi jarðtøkni, en. geotechnical, da. geoteknisk
javnarar
vatnelvin (hydraulisk) útgerð, sum javnar røringarnar á boristreingi umborð á flótandi boripalli ella boriskipi, meðan borað verður, en. compensators, no. kompensatorer
jólatræ
bygnaður við rørum og ventilum settur á útvinslubrunnin til eftirlits við streyminum av olju og gassi til at forða fyri møguligum útblástri, en. christmas tree, no. juletre
juraøld
jarðsøguligt tíðarskeið, ið tók seg upp fyri o.u. 180 mill. øldum og endaði fyri o.u. 130 øldum, en. Jurassic age, da. juratiden