Um Málráðið
Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini. Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Tað skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið. Málráðið varð stovnað í 2012 sambært løgtingslóg um málráð og er skipað sum umboðsráð við starvsnevnd og skrivstovu, sum verður kallað Málstovan.