Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

takgrýti
lind úr tøttum gróti løgst oman á goymslugrýti, lok, en. seal, da. forsegling
tangabilur
bilur við tanga, t.d. til oljuflutnings, en. road tanker, da. tankvogn
tangabyrgi
betong- ella vallgarður um øki við goymslutangum til ráolju ella oljuvøru, en. bundwall
tangaskip
skip við tangum til olju- og/ella gassflutnings, en. tanker, da. tankskib
tangi
(stór) lokað goymsla til løg, en. pit
teigur
avmarkað øki á havbotni til oljuleitingar, en. block, da. blok
teinging
arbeiði við at skrúva nýggja longd av borirørinum fasta at boristreinginum til tess at kunna bora djúpari, en. making a connection
tertierøld
jarðsøguligt tíðarskeið, sum tók seg upp fyri o.u. 60 milliónum árum og endaði fyri o.u. eini millión árum. Fleiri av oljuleiðunum í Norðsjónum liggja í lægri tertierfláum, en. Tertiary era, da. tertiærtid
tilbúgving
tað at vera tilbúgvin eitt nú til vanlukkutilburð, en. emergency preparedness, da. beredskab
tilbúgvingarskip
skip serliga útgjørt til at taka sær av fólki við vanlukkutilburðir, en. emergency and rescue vessel
tilbúgvingarskipan
skipan viðvíkjandi tilbúgving, en. emergency procedure, da. beredskab
tilbúgvingartiltøk
tiltøk í sambandi við tilbúgving, en. safety measures, da. beredskabstiltag
tilfarsliður
partur ella liður í heild, samstøðupartur, en. compound, da. komponent
tilfeingi
nøgd av tilfari ella ríkidømi, ið er til taks (serstakliga í náttúruni), en. resources, da. ressource
tilfeingisrenta
vinningur av tilfeingi, eftir at neyðugar útreiðslur eru frádrignar, en. resource rent, da. ressourcerente
tilfeingisumsiting
tað at umsita tilfeingi; myndugleiki er Føroya jarðfrøðisavn, en. resource management, da. ressourceforvaltning
tiltaksveirur
stálveirur nýttur til at halda aðrari tongini fastari, tá ið tveir lutir av eini boristong verða samansettir ella sundurtiknir, bakhald, en. back-up line
tindur
tað hægsta á boritorni, en. crown, no. krone, topp
tipping
tað at loka ein brunn, ið verður ikki troyttur longur, en. plugging
tíðarspell
tað at missa tíð av t.d. óveðri, en. lost time
tjúktarkort
jarðfrøðiligt kort, ið sýnir vídd og tjúkt á ávísari flógv, en. isopach map
tómi
tómt rúm (t.d. lufttómt), en. vacuum, no. vakuum
toppblokkur
blokkur ovast á boritorninum nýttur til at hevja/lækka borirørið, en. crown block, no. topp-blokk, kronblokk
torbræðingur
eldfast evni, ið tolir nógvan hita og er mótstøðuført fyri rusti og sliti; verður nýtt í andgerðarovnum, en. refractory
tornmaður
ein av borimanningini, ið arbeiðir uppi í boritorninum (sí: apupallur), en. derrick man
triasøld
jarðsøguligt tíðarskeið, ið tók seg upp fyri o.u. 230 milliónum árum og endaði fyri o.u. 180 milliónum árum, en. Triassic period
trotafella
fella, har ið jarðgoymslan smáminkar, til hon at enda hvørvur móti einum altøttum lagi, en. pinch-out trap
trygdarakker
akker at nýta til trygdar, en. safety anchor
trygdarbygnaður
skipan viðvíkjandi trygdartiltøkum, en. safety management, da. sikkerhedsoganisation
trygdarkrøv
krøv til trygd, en. safety requirements, da. sikkerhedskrav
trygdarútgerð
útgerð, ið krevst til trygdina, en. safety equipment, da. sikkerhedsudstyr
trygdarøki
øki, har sum ørindaleys hava ikki atgongd, en. safety zone, da. sikkerhedszone
trýstfall
tað at trýst minkar, en. pressure drop, no. trykkfall
trýstklivi
klivi, har sum kavarar kunnu arbeiða og halda til í við jøvnum trýstviðurskiftum á stórum dýpi. Klivin verður eisini nýttur til at flyta kavarar upp og niður, har ið stórt dýpi er, en. hyperbaric chamber, no. trykkammer
trýstluftareftirlit
fjareftirlit við trýstluft, en. pneumatic control, no. trykkluftkontroll
trýstminkanarklivi
klivi, har sum trýst verður minkað. Kavarar nýta slíkar klivar, tá ið teir fyrireika seg til rættvorðið trýst, eftir at teir hava verið fyri ov nógvum trýsti á stórum dýpi, en. decompression chamber
trýstútgerð
ílát, føt, rør og onnur útgerð sersmíðað til at virka undir trýsti, en. pressure equipment
tung ráolja
ráolja við høgari serevnistyngd, ið kemst av, at í henni er stór nøgd av tungum kolvetni, en. heavy crude
tungapallur
pallur, vanliga av styrktum betongi, ið stendur á havbotninum av egnari tyngd, en. gravity platform
tunna
fat
túrleiga
tað at skip við ávísum treytum verður útleigað fyri ein túr í senn, en. voyage charter
turt hol
boraður brunnur, ið hvørki hevur í sær so mikið av olju ella gassi, at tað loysir seg at vinna út, en. dry hole, no. tørt hull
tvørboring
boring út til viks frá brunni, en. horizontal drilling, da. horisontal boring
tyngdarmáting
jarðfrøðiligt mátingarháttalag, har ið skiftingar í jarðløgum í ovari løgum verða nýttar til at greina, hvussu samansetingin er í grýti undir í neðra, en. gravimetric survey, no. gravimetrisk oversikt
tyrludekk
dekk til tyrlulending, en. helipad, helideck, no. helikopterdekk
tyrlustøð
landstøð, ið tyrlur virka frá, en. helicopter base, da. helikopterbase
tænastusáttmáli
sáttmáli um tænastur, en. Service Contract, da. servicekontrakt
tænastuveiting
tað at veita tænastur, en. service, da. tjenesteydelse
tættari
tól, ið ger eitt evni um úr guvu í flótandi stand, en. condenser, no. fortetter, kondensator
tætti
serstaka evnismegnið á kroppi. Skilmarkað sum vekt á rúmeind við ávísan hita, en. density, no. tetthet
tættifjølmýli
fjølmýli latið út í borimóru, til tess at poknut skipan skal gerast tøtt, en. sealant polymer
tøkniligur
viðvíkjandi tøkni, en. technical, da. teknisk
tøkupottur
ílát stungið inn í rørleiðing til tess at firra vætudropar ella fastar bitlar, ið gassið hevur við sær, en. catchpot