Málslig ráðgeving
Summarfrí 2026 - málsliga ráðgevingin er stongd í summarferiuni, opið er aftur 5. august. Telefonin svarar tó til og við 9. juli.
Tørvar tær málsliga ráðgeving?
Fyll út frymilin niðanfyri ella ring á tlf. 312397. Telefontíð er mánadag, týsdag og hósdag kl. 10-12.
Tað kann vera, at tú finnur svar upp á tínar spurningar á heimasíðuni. Í Stavsetingarorðabókini sært tú, hvussu orð verða stavað og bend. Í málsliga tilfarinum eru fleiri orðalistar við nýggjum orðum og týðingum, stavsetingarreglur, málslig ráð, mangan settir spurningar og mangt annað.
Týðingar og yrkisorð
Tey, ið starvast á ávísum fakligum øki, vita ofta best, hvørji orð eru hóskandi at nýta á sínum fakliga øki. Vit taka fegin ímóti uppskotum frá tykkum um frøðiorð og týðingar og kunnu síðani meta um, hvørt orðini eru málsliga í lagi, ella koma við øðrum valmøguleikum.
Navnaspurningar
Málráðið viðger ikki umsóknir um fólkanøvn. Navnanevndin umsitur fornøvn og Umhvørvisstovan umsitur millum- og eftirnøvn.