Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

ráevni
óvirkað evni - ráevni í undirgrundini, en. natural resourses in the subsoil, da. råstoffer i undergrunden
ráevnisspell
tað at ráevni fer til spillis, en. waste of resources, da. spild af råstoffer
rákmyndil
myndil av, hvussu útlikin olja rekur, en. drift modelling
rakstrargreining
greining av rakstri, en. operation analysis
rakstrarmiðstøð
miðstøð fyri rakstri, en. operation centre, da. operationscenter
rakstrarverd leið
olju- ella gassleið, ið verður hildin at kunna loysa seg at troyta, en. commercial field, no. drivverdig felt
randarøki
øki við útjaðara, en. flank, da. flanke
ráolja
olja vunnin úr útvinslubrunni, eftir at gass, ið bundið er at ráoljuni, er burturbeint, en. crude oil, no. råolje
reinsing
tað at skilja óreinsku úr olju, en. refinement, da. raffinering
reinsiverk
virki, har ið ymsir tilfarsliðir í ráoljuni verða fráskildir og umgjørdir til søluvøru ella til ráevni til meiri góðskingar, en. refinery, no. raffineri
reinsivirki
reinsiverk
reiði
borireiði, en. rig, da. rig
ringrás
tað javnan at pumpa borimóru niður gjøgnum borirørið og upp gjøgnum ringrúmið uttan um borirørið, en. circulation, no. sirkulasjon
ringrúm
rúmið millum lítið rør og størri, en. annulus, no. ringvolum
riðbelti
trygdarútgerð, sum øll, ið arbeiða í erva, annðhvørt í reiðinum ella ymsastaðni á palli, eiga at nýta, en. safety belt, no. ridebelte
rottuhol
hol í boridekkinum, har ið "kelly" verður sett, tá ið tað er ikki í brúki, en. rat hole, no. rottehull
royndarstrongur
fyribils útvinslurør nýtt til royndarútvinslu, en. test string, da. teststreng
royndartræ
ventilskipan ovast á royndarstreingi, en. test tree
rúmfótur
standarmáleind til gass. Ein rúmfótur = 0,0283 rúmmetur, en. cubic foot
rundferð
atgerð, ið krevst, hvørja ferð borikrúnan verður skift. Allur strongurin má upp úr holinum, so at nýggj borikrúna kann verða sett upp í endan og so latin niður aftur, en. round trip
rutjarn
gamalt jarn, en. scrap, da. skrot
rýming
tað at rýma (t.d. av oljupalli í neyðstøðu), en. evacuation, da. evakuering
rýmingarávaring
ávaring um at rýma vegna einhvørja vandastøðu, en. evacuation alarm, da. evakueringsalarm
rýmingarskipan
skipan fyri, hvussu rýmt eigur at verða, tá ið vandastøða tekur seg upp, en. evacuation system, da. evakueringssystem
rýmingarútgerð
útgerð til rýmingar, en. evacuation equipment
rýmingarætlan
ætlan fyri, hvussu rýmt eigur at verða í vandastøðu, en. evacuation plan, da. evakueringsplan
rørfeitt
evni til at smyrja skrúvugang á rørum við, en. dope
rørkervi
kervi av rørum, en. pipeline system, da. rørsystem
rørkrókur
stálkrókur nýttur við arbeiði við borirør, en. pipe hook
rørlega
tann leið, sum rør liggja, en. pipeline routing, da. linieføring
rørleggingarfar
sersmíðað far nýtt til at leggja rørleiðingar á havbotn, en. lay barge el. pipe laying barge
rørleiðing
samanskoytt rør, sum oljuúrdráttir ella gass verða pumpað ígjøgnum úr stað í stað annaðhvørt á sjógv ella landi, en. pipeline, no. rørledning
rørrekkja
grindarverk at goyma rør á, en. pipe rack
rørskavi
slag av blokki við sjálvstillandi knívsbløðum til at reinsa rør við, smbr. purka, en. pig, go-devil
rørskipan
skipan av rørum, en. piping
rørtengur
griplar, sum halda føstum rørleiðingarluti, meðan annar verður skrúvaður úr honum, en. pipe tongs