Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

ognarmyndil
myndil av ognarviðurskiftum (t.d. í oljufelag), en. ownership model, da. ejerskabsmodel
ognir
virði, fastognir, goymsluvørur ella peningur, sum eitt felag eigur, en. assets, no. aktiva
oljuavleiðsla
evni gjørt burtur úr olju, en. oil derivative, da. oliederivat
oljubitil
smáøgn av t.d. útmylktari olju, en. oil particle, da. oliepartikel
oljublika
oljulygni
oljubúskapur
búskapur í oljumálum, en. petroleum economics, da. olieøkonomi
oljubærur
sum hevur olju í sær (um jarðflógv), en. containing petroleum, da. olieholdig
oljudálking
dálking av útliknari olju, en. oil pollution, da. olieforurening
oljuendurvinning
endurvinning av olju, en. oil reclamation, da. oliegenindvinding
oljuevja
evja av olju, en. oil sludge
oljufeingi
tilfeingi av olju, en. petroleum resource, da. olieressource
oljufelag
felag, ið rekur oljuvinnu, en. petroleum company, da. olieselskab
oljufella
glopur ella helli millum fláir, sum olja setur út í og sleppur ikki burtur úr, en. petroleum trap, no. oljefelle
oljuflutningur
flutningur av olju, en. petroleum transportation, da. transport af olie
oljufundur
funnin olja, en. oil discovery, da. oliefund
oljufyrisiting
stýrisdeild, ið situr fyri oljumálum, en. petroleum administration, da. olieadministration
oljugassgerð
tað at gera gass úr olju til brenni, en. oil gasification, da. oliegasudvikling
oljugoymsla
goymsla av olju, en. oil stock, da. olielager
oljuhavin
oljubærur
oljuídnaðarligur
viðvíkjandi oljuídnaði, en. petroleum industrial, da. olieindustriel
oljuídnaður
ídnaður stovnaður á olju, en. petroleum industry, da. olieindustri
oljujarðfrøði
jarðfrøði, ið viðvíkur oljubærum jarðløgum, en. petroleum geology
oljujarðfrøðiligur
viðvíkjandi oljujarðfrøði, en. petroleum geological, da. oliegeologisk
oljujarðfrøðingur
jarðfrøðingur serkønur í oljujarðfrøði, en. petroleum geologist, da. oliegeolog
oljuleiting
leiting eftir olju, en. petroleum exploration, da. oliesøgning
oljuleivd
leivd av olju, en. oil residue, da. olierest
oljuleið
havøki, har ið oljukeldur eru undir, en. oil field, da. oliefelt
oljuleki
olja, ið er likin út (t.d. á sjógv), en. oil spill, da. olieudslip
oljulóggáva
lóggáva um oljumál, en. petroleum legislation, da. petroleumslovgivning
oljuloyvi
loyvi til oljuleitingar og -útvinslu, en. exploration and production locense, da. oliekoncession
oljulygni
blettur av olju á sjónum, en. oil slick, no. oljeflak
oljuløgfrøðiligt skeið
námskeið í oljuløgfrøði, en. petroleum judiciary course, da. petroleumsjuridisk kursus
oljumarknaður
marknaður fyri olju, en. oil market, da. oliemarked
oljumóttøkustøð
støð á landi, ið tekur ímóti olju uttan av havi, en. landing installation, da. ilandføringsanlæg, terminalanlæg for olie
oljuprísur
prísur á olju, en. oil prices, da. oliepriser
oljuráðleggingarnevnd
ráðleggingarnevnd um oljumál, en. Hydrocarbon Planning Commission, da. Kulbrinteplanlægningskommission
oljureinsiverk
verk, ið reinsar jarðolju, en. oil refinery, da. olieraffinaderi
oljurørleiðing
rørleiðing til olju, en. petroleum pipeline, da. olierørledning
oljusamtak
feløg, ið kasta saman um oljuvinnu, en. petroleum consortium, da. oliekonsortium
oljuskatting
skatting av oljuinntøkum, en. petroleum taxation, da. oliebeskatning
oljutangaskip
tangaskip serliga útgjørt til at flyta olju, en. oil tanker, da. olietankskib
oljutilfeingi
tilfeingi av olju, oljufeingi, en. oil reserves, da. oliereserver
oljuútmylking
útmylking av olju, en. oil emulsion, da. emulsion af olie
oljuútvinsla
útvinsla av olju, en. petroleum recovery, da. olieudvinding
oljuvánir
vánir at finna og vinna út olju, en. petroleum potential, da. oliepotentiale
oljuverkætlan
verkætlan um oljuvinnu, en. oil project, da. olieprojekt
oljuvinna
vinna við støði í olju, en. petroleum industry, da. olieindustri
orkumálaráð
stjórnarráð við orkumálum, en. Ministry of Energy, da. energiministerium
orkuráð
ráð við orkumálum, en. energy council, da. energiråd
orkustøða
støða viðvíkjandi orku, en. energy situation, da. energisituation
orkutilfeingi
tilfeingi av orku, en. energy resource, da. energiressource
orkuveiting
veiting av orku, en. energy supply, da. energiforsyning
ovtrýstsloka
trygdartól til at forða fyri, at útgerð verður fyri hægri trýsti, enn loyvt er, en. relief valve, no. overtrykk-avlastingsventil