FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
umhelling
tað at skilja føst evni frá løgi ella løg frá løgi, við tað at løgurin verður heltur, pumpaður ella sogin burtur, uttan at føstu evnini ella løgurin, sum eftir er, fylgir við, en. decantation, no. dekantering
umhvørvisdeild
46 deild hjá oljuídnaði ella myndugleika til umhvørvisverndar, en. environmental department, da. miljøafdeling
umhvørvisfyrilit
fyrilit fyri umhvørvinum, en. environmental considerations, da. miljøhensyn
umhvørvisgóður
góður fyri umhvørvið, en. environmentally friendly, da. miljøvenlig
umhvørvisligur
viðvíkjandi umhvørvi, en. environmental, da. miljømæssig
umhvørvislóggáva
lóggáva umhvørvinum til verndar, en. environmental legislation
umhvørvisreglur
reglur um fyrilit fyri umhvørvinum, en. environmental regulations, da. miljøbestemmelser
umhvørvisskaði
skaði, ið umhvørvinum verður fyri, en. environmental damage, da. miljøskade
umhvørvisskaðiligur
skaðiligur fyri umhvørvið, en. damaging to the environment, da. miljøskadelig
umlættingarbrunnur
brunnur boraður til viks til at fáa tamarhald á brunni við útblástri, en. relief well, no. avlastningsbrønn
umskapað grótsløg
grótsløg, ið hava fingið broytta samanseting og broyttar alisligar eginleikar vegna farg og hita, en. metamorphic rocks, no. metamorfiske bergarter
umskaring
tað, at jarðløg umskarast fram við rivu ella rivulag, en. fault, no. forkastning
umskaringarfella
oljufella íkomin, við tað at goymslulagið endar við umskaring, sum kolvetni fær ikki sett ígjøgnum, en. fault trap, no. forkastningsfelle
undirgrund
tað, sum er undir jørð, en. subsoil, da. undergrund
undirgrundarlóg
lóg um undirgrundina, en. Subsoil Act, da. undergrundslov
undirsjóvarbrunnhøvd
brunnhøvd, sum verður sett á havbotni og fjarstýrt annaðhvørt av boripalli ella av landi, en. sub-sea wellhead, no. undersjøisk brønnhode
undirsjóvarkaðal
kaðal eftir havbotni, en. submarine cable, da. undervandskabel
undirsjóvarleiðing
leiðing eftir havbotni, en. subsea cable, da. undersøisk kabel
undirsjóvarútbúnaður
útbúnaður á havbotni, en. underwater installations, da. undervandsinstallationer
undirstøðukervi
alt kervi landsins til flutnings, samskiftis og felags tænastu, en. infrastructure, da. infrastruktur
undirveitari
ein, ið letur lutir ella tænastur, sum ein annar veitir, en. subcontractor, da. underleverandør
undirveiting
tænasta, ið undirveitari letur, en. subsupply, da. underleverance
undirverktaki
ein, ið tekur á seg verk og tænastur fyri høvuðsverktaka, en. subcontractor, da. underentreprenør
undirverktøka
verktøka vegna høvuðsverktaka, en. subcontract, da. underentreprise
uppfisking
tað at royna at fáa upp aftur amboð ella boriútgerð, ið eru mist niður í brunn; sbr. "fiskur", en. fishing
uppguvan
tað at løgur verður umgjørdur til guvu, en. evaporation, no. fordamping
uppguvari
útgerð til uppguvanar av løgi á botni í dropadrivslagi, en. reboiler
upprunafella
oljufella í upprunaliga sniði sínum, en. original trap
upprør
rørleiðing ímillum boripall ella útvinslupall og brunnhøvd á havbotni ella undirsjóvarrørleiðing, en. marine riser, no. stigrør
upptak
tað at taka upp eftir óhapp, ið veldur dálking, en. cleanup
upptaksútgerð
útgerð til upptak, en. cleaning up equipment, da. opsamlingsudstyr
upptøka
tann oljunøgd, ið hvørt ár kann verða vunnin av eini leið, áðrenn neyðugt verður at gjalda skatt, en. uplift
uttanleiðarbrunnur
brunnur boraður uttan fyri ta leið, har ið ávíst er olja ella gass til at vita, um leiðin er størri enn áður hildið, en. step out well - eisini: outstep well