Stavrað og stavraðan
Í føroyska stavraðnum eru 29 bókstavir
Smáir bókstavir: a, á, b, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, r, s, t, u, ú, v, y, ý, æ, ø.
Stórir bókstavir: A, Á, B, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, R, S, T, U, Ú, V, Y, Ý, Æ, Ø.
Í Stavsetingarorðabókini eru harafturat bókstavirnir c, q, w, x og z, sum verða nýttir í ávísum orðum av fremmandum uppruna.
Í Stavsetingarorðabókini verða bókstavirnir skipaðir soleiðis:
a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.
Stavraðan við bókstøvum, sum ikki eru í føroyska stavraðnum:
a (aa, à, â, ã), á, b, c (ç, c), d, ð, e (é, è, ê, ë, e), f, g, h, i (ì, î, ï), í, j, k, l (l), m, n (ñ), o (ò, ô, õ), ó, p, q, r, s (ß, s, š), t, þ, u (ù, û, ü), ú, v, w, x, y (ÿ), ý, z (ž), æ (ä), ø (ö), å
Tá ið vit skráseta eitt nú bøkur og greinir, fólkanøvn, landafrøðilig nøvn o.s.fr., hava vit við hvørt brúk fyri bókstavum, sum ikki eru í føroyska stavraðnum. Málnevndin viðgjørdi í 2000 eftir áheitan spurningin og mælti til raðfylgjuna í víðkaða stavraðnum omanfyri. Teknini í klombrum hoyra undir teknini vinstrumegin og verða stavraðað í teirri vístu raðfylgjuni.
Les meira í Orðafari nr. 53, oktober 2000