Arbeiðssetningur
Arbeiðssetningur
Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting. Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið. Málráðið savnar og skrásetur nýkomin orð, máliskur, framburðir og onnur málslig fyribrigdi í føroyskum og er til hjálpar at velja og evna til nýggj orð. Sama er eisini galdandi fyri føroyskt teknmál.
Málráðið gevur landsstovnum og almenningi vegleiðing, ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál í talu og skrift eins og um føroyskt teknmál. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.
Málráðið eigur at samstarva við fjølmiðlar, stovnar og almennar myndugleikar, ið hava stóra málsliga ávirkan. Í sambandi við yrkisbólkar skal Málráðið menna gott føroyskt yrkismál og annars skipa fyri átøkum málinum at frama.
Málráðið ritstjórnar og greiðir til útgávu eina føroyska stavsetingarorðabók, sum landsstýrismaðurin løggildir. Almennir myndugleikar hava skyldu at fylgja ásetingunum í stavsetingarorðabókini.
Málráðið er málrøktar- og málmenningarstovnur, skipaður undir landsstýrinum og í virksemi sínum óheftur av politisku skipanini.