Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

pakningur
tølsk útgerð, sum hevur í sær eina gummipakningseind, sum kann víðkast at veggjunum á holinum, soleiðis at økini yvir og undir luteindini verða avbyrgd, en. packer
pallakker
akker á boripalli, en. rig anchor, da. riganker
pallgrund
grund undir boripalli, en. platform site
pallmanning
manning á boripalli, en. rig crew, da. mandskab på rig
pallstjóri
tann, ið hevur evstu ábyrgd av pallinum, en. Offshore Installation Manager (OIM)
pallstøð
pallur úti á havi til flutning av olju og/ella gassi gjøgnum rørleiðingar inn á land, en. terminal platform
pallur
boripallur, en. platform, no. plattform
partsteigur
partur av teigi, en. part block
pentan
mettað kolvetni við fimm kolevnisatomum í hvørjum mýli. Fimti limur í parafinrøðini. Pentan er vanliga flótandi (C5H12), en. pentane
permøld
jarðsøguligt tíðarskeið, sum tók seg upp fyri o.u. 280 milliónum árum og endaði fyri o.u. 248 milliónum árum. Í hesum tíðarskeiði vórðu til tær sandgrýtismyndanir, ið rúma gassleiðunum fyri sunnan í Norðsjónum, en. Permian period
poknustig
mát fyri, hvussu stórur partur av grótinum er móttøkiligur fyri løgi. Verður vanliga givið í prosentum av heildarrúmmálinum, en. porosity, no. porositet
poknutrýst
natúrliga innantrýstið í jarðfláum, en. pore pressure, no. pore-trykk
pot
tað at taka sýni av einum evni, sum er so umboðandi sum til ber fyri evnið í heild síni, en. sampling, no. prøvetaking, stikkprøver
prámur
far við ongum motori til at flyta útgerð, kranar, búlutir og ráolju styttri leiðir, en. barge, no. lekter
propan
mettað kolvetni við trimum kolevnisatomum í hvørjum mýli. Propan er triði liður í parafinrøðini. Er gass í vanligum umstøðum (C3H8), en. propane, no. propan
pumpupallur
pallur settur við undirsjóvarolju- ella gassleiðing til at vaksa um trýstið og harvið ferðina gjøgnum rørleiðingina, en. booster platform, no. pumpeplatform
purka
útgerð, sum verður send gjøgnum rørleiðing til at beina fyri óynsktum evnum ella bera mátitól til at kanna tæring o.a., smbr. rørskavi, en. pig