Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

gass
brennandi luftslag (m.a. nýtt til ljós og hita), en. gas, da. gas
gassbrunnur
brunnur við gassi, en. gas well, da. gasbrønd
gassdálking
dálking elvd av gassi, en. gas pollution, da. gasforurening
gassfeingi
tilfeingi av gassi, en. gas resources, da. gasressourcer
gassflutningur
flutningur av gassi, en. transport of gas, da. transport af gas
gassgerð
tað at gassbrenni verður gjørt av føstum evni ella flótandi, en. gasification, no. forgassing
gasshavin
sum hevur gass í sær, en. containing gas, da. gasholdig
gassinnspræning
tað at gass, sum verður funnið saman við olju, verður sent niður aftur í jarðgoymsluna, en. gas injection, no. gassinjeksjon
gassísoga
loysing av gassi í løgi, en. absorption of gases, no. absorpsjon av gasser
gassleiting
leiting eftir gassi, en. gas exploration
gassleið
havøki, har ið gasskeldur eru undir, en. gas field, da. gasfelt
gasslok
jaður av jarðgassi, ið liggur oman á oljuni í jarðgoymslu, en. gas cap
gassloksdriv
endurvinningartølska, sum trokar burtur olju úr jarðgoymslu, við tað at gassjaðurið yvir oljuni víðkast, tá ið trýstið minkar, en. gas cap drive
gasslutfall
lutfall millum gass og olju í eini útvinslu, en. gas to oil ratio (GOR)
gassmarknaður
marknaður fyri gassi, en. gas market, da. gasmarked
gassmóttøkustøð
støð, har ið tikið verður ímóti gassi (uttan av havi), en. gas terminal, da. terminalanlæg for gas
gassrørleiðing
rørleiðing til jarðgass, en. gas pipeline, no. gassrørledning
gasstangaskip
tangaskip serliga útgjørt til at flyta (flótandi) gass, en. gas tanker, da. gastankskib
gasstangi
tangi til at goyma (flótandi) gass í, en. gas holder, da. gastank
gasstættur
ið lekur ikki gass, en. gas-proof, da. gastæt
gassútblástur
útblástur av gassi, en. gas blow-out
gassvinna
vinna í sambandi við gass, en. gas industry, da. gasindustri
gassviðgerð
viðgerð av gassi, en. gas treatment, da. gasbehandling
geiri
lutur av meginlandsstøði, sum hoyrir ymsum londum til, en. sector, no. sektor
girðingarbummur
flótandi, flytandi bummur til at savna saman oljuleka oman av sjónum, en. containment boom, da. oliespærring
gjøgnumstroymi
evni hjá grótslag at lata løg seta ígjøgnum, en. permeability, no. gjennomtrengelighet
gosvirkni
tað at eldgos eru virkin, en. volcanism, da. vulkanisme
goymslugrýti
grót, ið goymir olju, en. reservoir rock, da. reservoirformation
goymslusandur
sandur, ið goymir olju, en. reservoir sand, da. reservoirsand
goymsluskip
skip havt til oljugoymslu, en. storage vessel, da. lagerskib
goymslutrýst
trýst á kolvetni í jarðgoymslu, en. reservoir pressure, no. reservoar-trykk
góðskustýringarkervi
kervi til góðskustýringar, en. quality control system, da. kvalitetsstyringssystem
greinarør
rørskipan til at skilja sundur flot- ella gassrensl í tvey ella fleiri, en. manifold, no. manifold
grevstrarfar
far nýtt til at grava veitir til undirsjóvarrørleiðingar og hylja tær við sandi, eyri og evju, en. bury barge
groyti
grótbræðing úr djúpari lindum í jarðskorpuni, ið er tilfarið í gosgrýti, en. magma