Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

málmbland
blanding av tveimum ella fleiri metalum, en. alloy, no. legering
málmfrøðingur
vísindamaður, ið rannsakar eginleikarnar í metali og málmi, en. metallurgist, no. metallurg
mannhol
trongt hol el. op (t.d. í dekki, guvuketli, olju- el. vatntanga), sum maður fær kropið ígjøgnum, en. manhole, da. mandehul
markaseting
tað at seta mark (eitt nú móti grannalondum), en. frontier delimitation, da. grænsesætning
markhiti
hægsta hitastið, sum ávíst gassslag kann hava til tess at verða broytt til løg við at økja um trýst, en. critical temperature, no. kritisk temperatur
meginlandsstøði
landgrunnur út móti djúphavi (út á o.u. 200 metra dýpi), en. continental shelf, da. kontinentalsokkel
metan
tað kolvetni, ið hevur tey lættastu mýlini. Fyrsti limur í parafinrøðini. Metan er gass í vanligum umstøðum, en. methane, no. metan
metingarboring
boring til tess at fáa váttað, um rakstrarverdar nøgdir av olju og/ella gassi eru á einum øki, en. appraisal drilling, no. bekreftende undersøkelsesboring
metingarbrunnur
brunnur boraður til at kanna, hvussu vítt økið er, en. appraisal well
metingarskeið
skeið við metingarboringum, en. appraisal phase, da. vurderingsfase
mettanarkaving
tøkni hjá kavarum til tess at teir kunnu halda til og arbeiða undir trýsti í longri tíðarskeið í staðin fyri at noyðast ígjøgnum avtrýstingartilgongdina eftir hvørja arbeiðsøkt, en. saturation diving, no. metningsdykking
mettað kolvetni
kolvetni, sum eingi ómettað kolevnisbond hevur í mýlunum, en. saturated hydrocarbon, no. mettet hydrokarbon
misløga
jarðfrøðiligt heiti á skili millum eldri og yngri legugrýtisfláir, har ið eina ella fleiri fláir í fylgjandi tilgongdini vantar, annaðhvørt tí at tær aldri vórðu lagdar ella vórðu burturmáaðar, en. unconformity
miðflóttamáttur
máttur, ið skjýtst út frá miðjuni í meldri, en. centrifugal force, da. centrifugalkraft
miðheldi
útgerð til at halda boristreingi, fóðringarrøri, mátingartólum o.ø. í miðjum holi, en. centralizer
miðlinja
markalinja millum havøki hjá tveimum londum eftir miðlinjuregluni, en. median line, no. midtlinjen
miðlívsøld
jarðfrøðiligt tíðarskeið, ið tók seg upp fyri o.u. 230 milliónum árum og endaði fyri o.u. 60 milliónum árum. Tey flestu grótsløg, sum vit nú vinna olju og gass úr, vórðu til í hesum tíðarskeiði, en. Mesozoic era, da. mesozoisk tidsalder
móra
sí borimóra, en. mud
móruhvarv
tað at stórar nøgdir av borimóru eru mistar í holið, en. lost circulation
mórumáting
tað at máta borimóru, en. mud-logging
mórupumpur
pumpur til at flyta borimóru, en. mud pumps, no. slampumper
mórutangar
stórir goymslutangar av stáli, sum borimóra rennur ígjøgnum, en. mud pits
mórutyngd
sýnir tættleikan í borimóruni. Tyngdin skiftir eftir tí, hvussu nógv av føstum evnum eru í borimóruni, en. mud weight, no. slamvekt
móruverkfrøðingur (mórumaður)
starvsmaður, ið hevur ábyrgd av at síggja til, at borimóran altíð er lagað eftir boriarbeiðinum, en. mud engineer (mud man), no. boreslamingeniør
mótul
útgerðareind ísett sum liðugur "pakki", en. module, no. modul
móðurfelag
felag, ið hevur onnur feløg undir sær (hevur t.d. meirilutan av partapeningi og atkvøðum), en. parent company, da. moderselskab
móðurgrýti
lívrunnið sjólegugrýti, sum olja gerst í, en. source rock, da. kildebjergart
móðurpallur
(stórur) boripallur sum miðstøð fyri aðrar smærri pallar, en. mother platform, da. moderplatform
músahol
grunt hol í boridekki tætt við hvørviborðið, har ið ymiss sløg av rørum kunnu verða sett bráðfeingis, meðan arbeitt verður við at skrúva boristreingin saman, en. mouse hole, no. musehull
mýl
minsti partur av evni, ið kann vera til í sjálvstøðugum líki, en. molecule, da. molekyle
mýlskur
viðvíkjandi mýlum, en. molecular, da. molekylær
mýltyngd
tyngdin á øllum atomum í einum evnasambandi, en. molecular weight, no. molekylvekt
myndil
endurgáva av t.d. luti í minni líki, en. model, da. model