FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
hallamáting
tað at máta hall á jarðløgum, en. dip
hálvsøkkin pallur
flotpallur, en. semi-submersible rig, no. halvt-nedsenkbar platform
háorkuídnaður
ídnaður, ið krevur nógva orku, en. high energy industry, da. højenergiindustri
hárpípumáttur
máttur, ið veldur, at løgur rísur í mjáum røri, en. capillary action, no. kapillaritet
harðvatn
vatn, ið ikki fær sápu at skúma vegna sølt, ið blandað eru upp í tað, en. hard water, no. hardt vann
hástig
hægsta framleiðslustig á olju- ella gassøki, aftaná verður framleiðslan minkað í stigum, en. plateau level, no. platå-nivå
hástøða
hástig
hátrýstsboring
boring við høgum trýsti, en. high-pressure drilling, da. højtryksboring
háváðaleið
leið á olju- og gassøki, har ið stórur váði kann vera, en. high risk area, da. "high risk" område
havbotnsbrunnur
brunnur, har ið brunnhøvdið stendur á havbotni, en. subsea well
havbotnsútgerð
útgerð á havbotni til oljuboringar, en. seabed installations, da. havbundsinstallationer
havstøð
útvinslustøð úti á havi, en. offshore installation, da. havanlæg
havumhvørvi
umhvørvi á havinum, en. marine environment, da. havmiljø
havvísindi
vísindi um havið, en. oceanography, da. oceanografi
heksan
mettað kolvetni, sætti liður í parafinrøðini. Evnið er vanliga flótandi (C6H14), en. hexane
hellusvað
øki við berari hellu, en. basalt rock outcrop
heptan
mettað kolvetni, sjeyndi liður í parafinrøðini. Evnið er vanliga flótandi (C7H16), en. heptane
hitalinja
sambandslinja á korti millum staðir við sama hita, en. isotherm, da. isoterm
hitavirði
máteind fyri hitaorku, ið verður loyst, tá ið brenni verður brent, en. calorific value, no. varmeverdi
hjábrunnur
brunnur til viks frá høvuðsbrunni, en. satellite well, da. satellitbrønd
hjáfundur
fundur til viks frá høvuðsfundi, en. satellite field, da. satellitfund
hjáleið
leið til viks frá høvuðsleið, en. satellite field, da. satellitfelt
hjápallur
pallur til viks frá høvuðspalli, en. satellite platform, da. satellitplatform
hjárás
rør, sum ger samband uttan um ventil ella annað eftirlitstól. Nýtt til at javna trýstmun, áðrenn ventilur verður opnaður, halda uppi framleiðslu við stillingar ella umvælingar á høvuðskervi o.s.fr., en. by-pass
hjáútvinsla
evni, ið fæst sum úrslit av høvuðsútvinsluni. Eykaútvinsla kann vera til ampa sum t.d. ótørv í námsvinnu, en. by-product, no. biprodukt
hol
borihol, en. hole, no. hull
hólkur
rørskapað hylki, ið trýstir saman pakning um skaft ella stempul, en. gland, da. pakbøsning
hundahús
arbeiðsrúm hjá borifólki, en. doghouse, no. "hundehus"
hvatabrot
tilgongd, ið brýtur niður (trýstdropadrívur) tung kolvetnismýl til lættari mýl við hóskandi hvata, en. catalytic cracking, da. katalytisk krakning
hvati
evni, ið skundar undir evnafrøðiliga andgerð, men andger ikki sjálvt, en. catalyst, no. katalysator
hvørviborð
borð (pláta) á boritornsdekki drivið av ketum. Meldurin verður fluttur til boristreingin við einum fer-, seks- ella átthyrntum røri ("kelly"), sum gongur neyvt inn í gripkervið í hvørviborðinum, en. drilling table, rotary table, no. rotasjonsbord
hvørvil
maskina við skupluhjólum, ið fæst at mala av guvu-, vatn- ella luftstreymi, en. turbine, no. turbin
hvørvilsboring
tað at bora við støðuføstum boristreingi, meðan borihøvdið verður malið av hvørvli riknum av borimóruni, en. turbine drilling, no. turbin-boring
hvørviskilja
ílat nýtt til at skilja føst evni sum t.d. dustbitlar frá gassi við miðflóttamáttinum, en. cyclone, no. separator
hyljing
tað at skifta út luft í eini tilgongd við trekt gass sum eitt nú køvievni til tess at forða fyri súrevning ella til at minka um vandan fyri eldsbruna og spreinging, en. blanketing
hættufæ
fæfeingi nýtt til at fíggja fyritøku, sum er hættukend, kann geva tap, men eisini góðan vinning, en. risk capital, no. risikokapital
høvuðsverktøka
verktøka, ið fevnir um alt, ið gerast skal, en. main contract, da. hovedentreprise