Uppskot um nýggj orð
Frágreiðing
Flestu orðini á hesum listunum eru tílík, sum vit eftir áheitan hava skotið upp í staðin fyri útlendsk. Men nógv eru eisini ímillum, sum fólk hava boðað okkum frá, ella sum vit hava frætt um á annan hátt. Øll orðini eru í roynd og veru ikki nýggj. Eitt nú er øki ikki nýtt orð í føroyskum, men sum týðing av domain í sambandi við teldumál er tað nýtt.
Fyrri listin er skipaður við útlendskum, t.e. donskum og enskum, leitorðum og føroyskum týðingum, og í seinna listanum eru leitorðini føroysk og týðingarnar útlendskar. Orðaflokkur er tilskilaður við leitorðini, og eisini um navnorðini eru í fleirtali. Við føroysku navnorðini er kyn tilskilað. Við summi orð er nýtsluøki nevnt, og við hvørt verður víst til samsvarandi orð í øðrum málum (sí Styttingar). Stundum er "leitorðið" fleiri orð, serliga lýsingarorð + navnorð, t.d financial controller. Tá er høvuðsorðið – navnorðið – tilskilað.
Styttingar
| Mállæruheiti | Mál | Nýtsluøki |
|
flt fleirtal |
da. danskt | (alisfr) alisfrøði |
| fs fyriseting | en.enskt | (átr) átrúnaður |
| h hvørkikyn | fr. franskt | (bókm) bókmentir |
| k kallkyn | ísl. íslendskt | (bún) búnaður |
| kv kvennkyn | lat. latín | (búsk) búskaparfrøði |
| l lýsingarorð | no. norskt | (byggil) byggilist |
| n navnorð | norr. norrønt | (djfr) djórafrøði |
| s sagnorð | sp. spanskt | (evnafr) evnafrøði |
| tát tátíð | sv. svenskt | (fisk) fiskifrøði |
| tý. týskt | (fugl) fuglafrøði | |
| (handarb) handarbeiði | ||
| (heifr) heilsufrøði | ||
| (heimsp) heimspeki | ||
| (ítr) ítróttur | ||
| (jarðfr) jarðfrøði | ||
| (landfr) landafrøði | ||
| (lívfr) lívfrøði | ||
| (lækn) læknafrøði | ||
| (løgfr) løgfrøði | ||
| (málfr) málfrøði | ||
| (ným) nýmerking, um orð ið hevur fingið nýggja merking (umframt eldru merkingina/merkingarnar) | ||
| (olj) oljuorð | ||
| (plfr) plantufrøði | ||
| (ravm) ravmagn | ||
| (samfr) samfelagsfrøði | ||
| (sálfr) sálarfrøði | ||
| (skúl) skúlamál | ||
| (stjfr) stjørnufrøði | ||
| (stjm) stjónmál | ||
| (støddfr) støddfrøði | ||
| (teld) teldufrøði | ||
| (tónl) tónleikur | ||
| (trygg) trygging | ||
| (veðurfr) veðurfrøði | ||
| (vistfr) vistfrøði |