Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

afturkeypsprísur
prísur, ið oljufelag rindar ríkinum fyri at keypa oljuna, ið felagið virkar, men sum ríkið eigur, en. buy-back price, no. tilbakekjøpingspris
aftursóknarkrav
krav um at fáa afturgoldnan pening, ið ein hevur goldið fyri einhvønn, en. recourse claim, da. regreskrav
akkersbann
bann fyri at kasta akker á ávísum leiðum, en. anchor restrictions
akkersgryvja
gryvja á havbotni íkomin av akkerum, en. anchor hole, da. ankergrube
akkerspallur
pallur festur við akkeri, en. moored rig
akkersveirur
veirur at halda flótandi oljuboripalli føstum, en. anchor wires
allahandamaður
ein, ið fæst við deksarbeiði, en. roustabout
andgerð
tilgongd, har ið fleiri evnindi virka hvørt á annað og gera nýggjan úrdrátt, en. reaction, no. reaksjon
andhall
jarðskorpuvond við løgum soleiðis faldaðum, at tey mynda rygg ella koll, en. anticline, no. antiklinal
andhalsfella
kolvetnisfella myndað við at jarðløgini eru faldað, en. anticlinal trap, no. antiklinal felle
andingartól
tól, ið tryggjar súrevnisveiting óheft av kringumstøðum, en. breathing apparatus, no. respirasjons-(puste)apparater
annarlig endurvinning
útvinsla við at taka til ytri orku, t.d. gass- ella vatninnspræning, en. secondary recovery, no. sekundær gjennvinning
API-tyngd
alment samtykt mát fyri serevnisvekt á ráolju. Umrokning frá vanligari serevnisvekt gongur eftir formlinum: API = 141,5/serevnisvekt á olju - 131,5 (Gevið gætur: API = 10 svarar til vatn við serevnisvektini 1.0. API eykast, tá ið oljan lætnar).
apupallur
pallur høgt uppi í boritorni, har sum tornmaðurin arbeiðir, en. monkey board
arbeiðistrygd
trygd fyri skaða ella lívláti á vinnustað, en. safety at work, da. arbejdssikkerhed
atevni
serstakt evni latið út í annað evni til bótar, en. additive, no. tilsetningsmiddel, hjelpestoff
atgerðarnevnd
nevnd, ið stílar fyri ávísum atgerðum, en. action committee, da. aktionskomité
atgerðarætlan
ætlan um ávísa atgerð, en. contingency plan, da. aktionsplan
Atlantsmót
Atlantic Margin
atstøðuskip
skip, ið er altíð tøkt við havstøð at vera til hjálpar, um okkurt skuldi borist á, en. standby boat
avdankaður brunnur
brunnur innsiglaður og frágingin, en. junked well
avgjaldsolja
olja latin landinum sum avgjald, en. tax oil, da. afgiftsolie
avleiðingagreining
greining av avleiðingum eftir ávísa gerð, en. consequence assessment, da. konsekvensvurdering
avlopsgass
gass, ið er til avlops, en. gas spilloff
avrigging
tað at rigga av, en. decommissioning