FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
eftirlitsskipan
skipan viðvíkjandi eftirliti, en. control measure, da. kontrolforanstaltninger
eftirlitsútbúnaður
útbúnaður nýttur í sambandi við eftirlit, en. control facilities, da. kontrolfaciliteter
eftirstøða
tilfarsliðir í ráolju, sum guva ikki upp við tann hita, ið dropadrívingin fer fram við, en. residue
eginfæ
fæ, ið eigarar í fyritøku sjálvir hava lagt í, en. equity capital, da. egenkapital
einmýli
støk mýlsk eind sum t.d. etýlen og stýren, sum eru støði undir fjølmýlskum sambandi, en. monomer, da. monomér
einstaddur
avbyrgdur frá øðrum, en. isolated, da. isoleret
eldgrýti
grótslag myndað, við tað at bráðnað groyti storknar, en. igneous rock, no. vulkansk bergart
eldsløkking
atgerðir til at sløkkja eldsbruna, en. firefighting, da. brandbekæmpelse
eldsløkkiútgerð
útgerð til eldsløkkingar, en. fire fighting equipment, da. brandslukningsudstyr
eltibátur
hjálparskip, sum heldur óviðkomandi burtur frá seismiskum kanningarskipi, en. chase boat, da. chasebåd
erbylgjuleinki
samskiftiskervi, ið sambindur tveir deplar við eini burðarbylgju á erbylgjuøkinum í eini ravsigulmagnaðari brá, en. microwave link
ervagass
gass í ovari jarðløgum, undir høgum trýsti, en. shallow gas, no. grunngas
ervavatn
vatn í ovari jarðløgum, undir høgum trýsti, en. shallow water, no. grunnvann
etan
mettað kolvetni við tveimum kolevnisatomum í hvørjum mýli. Í vanligum umstøðum kemur tað fyri sum gass (C2H6), en. ethane, no. etan
evnaandgerð
tað at tvey evni andgera hvørt við annað, en. chemical reaction, no. kjemisk reaksjon
evnindi
evni til evnafrøðiligar royndir ella framleiðslu, en. chemical, da. kemikalie