Málslig ráðgeving

FØ-EN

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

innaneftirlit
eftirlit, ið stovnur hevur við sjálvum sær, en. internal control, da. egenkontrol
innhitatilgongd
tilgongd, ið hevur við sær hitaupptøku, en. endothermic process
innsoga
løgur, sum rennur inn í borihol vegna stempulsvirknaðin, tá ið útgerð verður drigin upp gjøgnum holið, en. swabbing
innspræningarbrunnur
brunnur nýttur til at spræna/pumpa gass ella vatn niður í jarðgoymsluna til tess at halda trýstinum uppi, en. injection well