FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
úrfelling
botnseting
úri
útgerð til tess at fáa burtur loyst súrevni og koltvísúrni úr ketilvatni, en. dearator
úrsalting
tað at reinsa ráolju fyri saltsambond, en. desalting
úrsenda
strýtuskapað skilvinda nýtt til at reinsa borimóru fyri sand, ilsku og aðrar harðar bitlar, en. hydrocyclone, desander, desilter
úrtøka
tað, ið fæst burtur úr eini tilgongd við støði í serevnistyngd av nýttum ráevnum, en. yield, no. utbytte, avkastning
úrvatning
tað at beina burtur vætu, ið er evnisliga bundin at einumhvørjum evni, en. dehydration, no. dehydrering
útbjóðingarlóg
en. Act on the First Licensing Round
útbjóðingarumfar
en. Licensing Round
útblástrarforði
útgerð, ið skal forða fyri útblástri, en. blowout preventer
útblástur
tað at olja ella gass uttan tamarhald floymir út úr brunni, en. blowout
útbróting
tað at skrúva ein part av borirørinum leysan frá øðrum, en. breakout
útdráttur
tað at taka eitthvørt evni burtur úr einum blandingi við at nýta úrveljandi loysingarevni, en. extraction, no. ekstrahering
útflutningsstøð
støð til útflutnings, en. export terminal, da. eksportterminal
útgerðarhavn
havn, haðan útgerð verður flutt, en. supply port, da. supplyhavn
útgerðarskip
skip, ið flytur útgerð, en. supply ship, da. supplyskib
útgerðarstøð
støð við útgerð til oljuvinnu, en. supply base, da. supplybase
útjaðarleið
leið, sum ávísa tíð verður ikki hildin vera búskaparliga rakstrarverd, men leiðin kann seinni gerast rakstrarverd, við tað at tøknilig og/ella búskaparlig viðurskifti broytast, en. marginal field, no. marginalt felt
útlát
evni, ið verður latið út í sjógvin, en. discharge
útmylking
bland av tveimum løgum, ið ikki eru upploysandi hvør í øðrum, sum t.d. olja og vatn, en. emulsion, no. emulsjon
útvinna
fáa til vegar úr náttúruni el. øðrum evnum, en. extract, exploit, da. udvinde
útvinning
tað at útvinna, úrvinning, en. depletion, exploitation (17), da. udvinding
útvinsla
útvinning
útvinsluboring
tað at bora brunnar við tí í huga at búgva leiðina til útvinslu, en. production drilling, no. produksjonsboring
útvinslubrunnur
brunnur, sum útvunnið verður úr (olja ella gass), en. production well
útvinslubýtissáttmáli
sáttmáli um útvinslubýti, en. Production Sharing Contract, da. produktionsdelingskontrakt
útvinslugjald
gjald, sum landið kann krevja av virðinum á kolvetnisútvinslu, en. royalty, da. produktionsafgift
útvinslugongd
tað, hvussu útvinsla gongur, en. course of production, da. produktionsforløb
útvinsluloyvi
loyvi til at útvinna olju ella gass á eini leið, en. production licence, no. produktionstillatelse
útvinslulueind
eind til útvinslu, en. production unit, da. produktionsenhed
útvinslupallur
pallur, sum er útgjørdur til at halda uppi útvinslu, en. production platform, no. produksjonsplattform
útvinsluroynd
royndaratgerð til at vita, hvat slag av løgi og hvussu mikið kann verða útvunnið úr funnum jarðgoymslum. Boristrongurin verður bráðfeingis nýttur sum útvinslurør við ymsari serútgerð til at tryggja eftirlit við lagarrenslinum, en. drill stem test (DST)
útvinslurør
rørið í útvinslubrunninum, sum olja og gass seta ígjøgnum upp úr jarðgoymsluni, en. production tubing, no. produksjonsrør
útvinsluskeið
tíðarskeið, tá ið útvunnin verður olja ella gass á eini leið, en. production phase, no. produksjonsfase
útvinsluskip
skip til oljuútvinslu, en. production vessel, da. produktionsskib
útvinsluslit
tað at gevast við útvinslu, en. production stop, da. produktionsafbrydelse
útvinsluútbúnaður
útbúnaður til útvinslu, en. production facilities, da. produktionsanlæg