FØ-EN
Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)
óblendin
um evni, ið við blanding ikki eru før fyri at mynda samvorðnan løg, sum t.d. olja og vatn, en. immiscible, da. ikke-blendbar
óloysin
um fast evni, ið er ikki loysandi í vatni, en. insoluble, no. uoppløselig
ómettað kolvetni
kolvetni, sum hevur eina ella fleiri tví- ella tríbindingar millum kolatom í mýlinum, en. unsaturated hydrocarbon, no. umettet hydrokarbon