Málslig ráðgeving

EN-FØ

Oljuorð (Jóhan Hendrik W. Poulsen)

unconformity
jarðfrøðiligt heiti á skili millum eldri og yngri legugrýtisfláir, har ið eina ella fleiri fláir í fylgjandi tilgongdini vantar, annaðhvørt tí at tær aldri vórðu lagdar ella vórðu burturmáaðar, fø. misløgajarðfrøðiligt heiti á skili millum eldri og yngri legugrýtisfláir, har ið eina ella fleiri fláir í fylgjandi tilgongdini vantar, annaðhvørt tí at tær aldri vórðu lagdar ella vórðu burturmáaðar, en. unconformity
underwater installations
útbúnaður á havbotni, fø. undirsjóvarútbúnaður, da. undervandsinstallationer
unsaturated hydrocarbon
kolvetni, sum hevur eina ella fleiri tví- ella tríbindingar millum kolatom í mýlinum, fø. ómettað kolvetni, no. umettet hydrokarbon
updoming
tað at kúpumyndað jarðløg verða til, fø. kúpugerð, da. kuppeldannelse
uplift
tann oljunøgd, ið hvørt ár kann verða vunnin av eini leið, áðrenn neyðugt verður at gjalda skatt, fø. upptøkatann oljunøgd, ið hvørt ár kann verða vunnin av eini leið, áðrenn neyðugt verður at gjalda skatt, en. uplift