Málslig ráðgeving

Stavsetingarreglur

Stavsetingarreglur

 

Stavraðið

Í føroyska stavraðnum eru 29 bókstavir.

Smáir bókstavir: a, á, b, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, r, s, t, u, ú, v, y, ý, æ, ø.

Stórir bókstavir: A, Á, B, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, R, S, T, U, Ú, V, Y, Ý, Æ, Ø.

 

Í Stavsetingarorðabókini eru harafturat bókstavirnir c, q, w, x og z, sum verða nýttir í ávísum orðum av fremmandum uppruna.

 

Í Stavsetingarorðabókini verða bókstavirnir skipaðir soleiðis:

a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.

 

Stórir og smáir stavir

  • Meginreglan er, at øll orð uttan sernøvn verða skrivað við lítlum fyrstastavi.

Við smáum støvum

  • Nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum: januar, februar, o.s.fr., týsdagur, leygardagur, jól, páskir, hvítusunna,skírhósdagur, langafríggjadagur, dýri biðidagur, jólaføsta, nýggjár, trettanda, føsta, føstugangur (men: Kristi himmalsferðardagur), jóansøka, ólavsøka, mikkjalsmessa, tollaksmessa, flaggdagur.
  • Nøvn á tjóðum og íbúgvum: føroyingur, breti, dani, íslendingur, suðuroyingur, vágamaður, havnarmaður, hvalbingur.
  • Nøvn á fólkum, ið fylgja politiskum flokkum: fólkafloksmaður, javnaðarkvinna, sambandfólk, tjóðveldiskona.
  • Samansett orð, har ið fyrri liður er sernavn: nólsoyarbátur, hvalbiargrind, danmarkarferð, grønlandskópur, føroyakort.

Við stórum stavi

  • Við stórum stavi verður skrivað fyrsta orð í teksti. Stórur fyrstistavur verður nýttur aftan á punktum og eisini aftan á spurnartekn og rópitekn, tá ið hesi tekn hava gildi sum punktum: "Hvar fert tú?" "Til útróðrar."

Aftan á kolon verður nýttur:

  • Stórur stavur við beinleiðis talu og uppafturtøku: Guð segði: "Verði ljós!" Og tað varð ljós.
  • Lítil stavur við frágreiðingar, dømi o.tíl.: Trinnanda seðlar: bláir, gulir og reyðir.

Sernøvn

  • Stórur stavur verður nýttur í sernøvnum og felagsnøvnum, ið nýtt verða sum sernøvn.
  • Eginlig sernøvn, sum eru stakorð. Av meginbólkunum kunnu sum dømi verða nevnd: Fólkanøvn: Sjúrður, Brynhild; Sigmundarson, Buðladóttir. Nøvn á djórum, skipum, bátum, lutum: Snati, Flekka, Merkið (føroyska flaggið); Smyril (skipið). Staðanøvn: Føroyar, Bretland, Tórshavn, Atlantshav. Gøtunøvn: Tróndargøta, Dalavegur. Stjørnufrøðilig nøvn: Jupiter, Orion, Venus, men: jørðin, sólin, mánin, vetrarbreytin, grannlýsið o.tíl. Trúarlig heiti: Gud, Guð, Harrin, Várharra, men: faðirin, skaparin, sonurin, menniskjusonurin, frelsarin, heilagi andin. Nøvn á feløgum, flokkum o.tíl.: Føroyingafelag, Fólkaflokkurin.

Tví- ella fleirliðað sernøvn

  • Lýsingarorð framman fyri ella aftan fyri navn verður skrivað við stórum stavi, um tað kennist sum partur í navninum, t.d. Stóri Gutti, Ríki Jákup, Kálvur Lítli, Ólavur Heilagi, Fjallið Mikla, Hellan Hála, Havið Kyrra. Er atsett navnorð at skilja sum tittul ella starvsheiti, verður tað at skriva við lítlum stavi, t.d. Ólavur kongur, Hákun jallur, Tróndur prestur.
  • Í nøvnum á stovnum er bert fyrra ella fyrsta orðið við stórum: Føroya landsstýri, Tjaldurs apotek. Men stytt nøvn á almennum stovnum kunnu annaðhvørt verða skrivað við stórum ella lítlum stavi: Løgtingið ella løgtingið, Landsstýrið ella landsstýrið, Landsskjalasavnið ella landsskjalasavnið.
  • Í vanligum samanhangandi teksti verður fyriseting og/ella hjáorð framman fyri staðarnavn skrivað við lítlum: hann eigur hús við Gjógv, eg spákaði mær ein túr yviri við Strond, tey búgva undir Gøtueiði, ærin lá frammi í Dal, skúlin er inni á Fjørð.

    Í summum førum kennist fyriseting og/ella hjáorð sum ein so neyðugur partur av navni, at annað teirra ella bæði eru tikin við, tá ið navnið er sett á skelti, kort ella stendur í navnalista. Fyriseting einsamøll ella hjáorð einsamalt verður tá skrivað við stórum, og somuleiðis navnorðið, t.d.: Við Áir, Við Sjógv, Undir Gøtueiði, Handan Á, Heiman Gjógv, Heiman Hús, Handan Hús, Eystan Borg, Á Hálsi, Í Trøðum.

    Stendur bæði fyriseting og hjáorð framman fyri navnorðið á skelti, korti ella lista, verður tað fyrra skrivað við stórum, tað seinna við lítlum og navnorðið við stórum, t.d.: Inni á Fjørð, Yviri við Strond, Norðuri á Støðli, Yvir í Haga, Úti á Bø, Fyri uttan Hús, Fyri oman Heiðar.

    Í samanhangandi teksti ber kortini til at skriva: Ein býligur í Vestmanna eitur Inni á Fjørð, ein niðursetubygd eitur Undir Gøtueiði. Har var eitt pláss, ið nevndist Frammi í Dal.

  • Í sernøvnum við fleiri liðum verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum stavi; er eitt ella fleiri av seinnu orðunum sernavn, verður tað eyðvitað eisini skrivað við stórum, t.d. Hitt kristiliga føroyska ungmannafelagið, Meginfelag føroyskra studenta (men stytt MFS), Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn, Sameindu tjóðirnar (men stytt ST).
  • Í bókartitlum, nøvnum á listaverkum o.tíl. verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum og hini við smáum, uttan sernøvn, t.d. Feðgar á ferð, Hitt ævinliga gonguverkið, Songbók Føroya fólks, Føroya kvæði (men stytt FK).

 

At býta orð sundur millum reglur

  • Samansett orð verða sundurbýtt eftir orðlutum, t.d.: skriv-stova, fiski-maður, ólav-søka.
  • Mong avleidd orð verða eins og samansett orð sundurbýtt eftir orðlutunum, t.d.: frá-líkur, viður-kenna, fiski-skapur, kjøkr-utur, turr-ligur, bind-indi, ógv-is-ligur, arb-eiði.
  • Ósamansett orð verða býtt soleiðis, at orðstovnar standa fyri seg og endingar fyri seg. Hent er at hava til reglu, at so nógv hjáljóð, sum til ber, koma við í fyrra lutin, og at seinni luturin byrjar við sjálvljóði, t.d.: arm-ur, stór-ur, hundr-að, tuberkl-ar, stein-un-um, skón-um, eyg-uni. Har sum r og n koma saman í samansettari ending, fara tey hvørt á sína reglu, t.d. bát-ar-nir, kon-ur-nar, kýr-nar.
  • Viðm. Ansið eftir, at orð verða sundurbýtt heilt øðrvísi í donskum enn í føroyskum. Fleiri orð eru óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir donskum reglum, t.d. goymsla, brongla; eftir reglunum kundi verið býtt framman fyri -a, men ikki er siður at lata stakstav fara niður á nýggja reglu; hann rúgvar ikki meir enn bindistrikan. Harafturímóti er goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.


Nær orð verða samanskrivað

  • Stovnsamansetingar verða skrivaðar í einum orði. Fyrri orðstovnurin í samanseting verður ikki bendur eftir kyninum á seinna liði, t.d.maðurin er blíðoygdur, barnið er blíðoygt; hvítkál, reyðkál, hvítvín, reyðvín.
  • Byrjar seinni liður í samansettum orði við hjáljóði, eigur ikki -ggj ella -gv at koma afturat, t.e. eingin skerping verður, t.d. blýfríur,blýlodd, blýpetti, sjófiti, sjósíl. Byrjar seinni liður við sjálvljóði ella h framman fyri sjálvljóð, verður skerping, t.e. -ggj ella -gv kemur ímillum, t.d. hoyggjhús, sjógvhøna.
  • Hjáorð og fyriseting verða skrivað í tveimum orðum, tá ið stýring kemur aftaná, annars í einum orði, t.d. hann fór inn um dyrnar, men:kom innum! Fá tær mjólk út í drekkað, men: fá tær útí; hann fór niðan á bakkan, men: komin niðaná, fekk hann sær ein bita. - Ikki at blanda við hjáorð, ið ikki verða samanskrivað, t.d. út aftur, niður aftur.
  • Orð, sum enda við -megin, verða altíð skrivað í einum orði, t.d. báðumegin, hesumegin, hinumegin, hvítumegin, høgrumegin,somumegin, øðrumegin.
  • Ansið eftir ikki at blanda saman orð sum t.d. ósmæðin og ov smæðin. Forstavilsið ó- merkir 'ikki' (ósmæðin 'ikki smæðin'), og hetta verður skrivað í einum orði. Men ov merkir 'meir enn gott er' (ov smæðin 'smædnari enn gott er'); hetta verður skrivað í tveimum orðum, og tað verður framborið sum [o:] (ikki sum [ou]).

Teknseting

  • Teknseting skal gera tað, ið skrivað er, lættari at skilja. Teknini verða tí nýtt bæði til at seta mark hugsanarliga og málfrøðiliga og til at greina styttri ella longri steðgir (íhald).

Punktum

  • Punktum merkir, at høpið er at enda komið. Punktum verður sett aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning): Marjun hevði ta gávu at kunna síggja á fólki, hvat tey hugsaðu. Nú ið maðurin nærkast, kennir froðbingurin, at hetta er hin fyrsti bóndin í Kirkjubø.

Semikolon

  • Semikolon verður eins og punktum nýtt aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning), men merkir styttri íhald enn punktum, men heldur longri enn komma. Tað er vanligt at seta semikolon, tá ið tvær høpisheildir eru ein eind mótvegis tí, ið undan og aftaná stendur: Í gjár var eg í Vágum; í morgin fari eg til Suðuroyar.

Komma

  • Komma verður sett til at skilja sundur heilmeiningar, sum hoyra saman, eitt nú tá ið tær eru samanbundnar við og, men. - Eitt lúgvar, annað brýtur. - Skrín hansara kom tó aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva. - Hon settist at gráta, men Guttormur royndi at ugga hana.
  • Eisini verður komma sett við ófullfíggjaðar setningar, har ið t.d. sagnorðið er undirskilt frá setninginum frammanfyri: Hann fór til høgru, eg til vinstru. Komma skilur setning frá tiltaluorði: Kom higar, Hanus! - Jóannes, far mær eini ørindi!
  • Eisini til at seta mark millum høvuðssetning og eykasetning og eykasetningar sínámillum: Hann kvíðaði fyri, at hann fekk ikki kúnna, um Hanus fekk at vita, at tað var Jørundur, ið hevði verið og sagt frá.

Komma inni í setningi

  • Millum javnskipaðar liðir, ið ikki eru samanbundnir við sambindingarorði, og millum javnskipaðar liðir, ið eru samanbundnir við men:Hon keypti mjøl, sukur, epli og te. - Skrivstovukonan er bæði dugnalig, íðin og blídlig. - Hann er ungur, men sterkur.
  • Undan og aftan á ávísingarlið í samstøðuskipan (appositión): Hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratindur, er 882 metrar høgt. Viðm. Vanliga verður komma ikki sett undan ávísandi yrkisheiti, ið er viðurnevni at kalla: Tróndur prestur; Janus skald; Jóannes bóndi.
  • Við hvørt framman fyri og aftan á orðasambond, ið hava vissa sjálvstøðu í setninginum, eyðkend við íhaldi: Vit fara av stað fyrsta dagin, kanska longu í morgin. - Tað kostaði 20 kr., alt íroknað.

Frávik frá reglunum um kommaseting

  • Um liður í høvuðsetninginum er tætt knýttur at eftirfylgjandi eykasetningi, kann komma verða sett undan hesum liði: Hann helt av stað, í somu løtu sum boðini komu. Vit fingu okkum at eta, hálvan tíma áðrenn vit plagdu. Eg tosaði við hann, ein tíma áðrenn hann fór (men við aðrari merking: Eg tosaði við hann ein tíma, áðrenn hann fór). Tað er ikki annað, enn væntandi var.

Kolon

  • Kolon verður sett undan beinleiðis talu: Hann segði: "Eg komi, um eg sleppi." Harafturímóti: "Eg komi," segði hann, "um eg sleppi." -"Eg komi, um eg sleppi," segði hann.
  • Í summum førum við upprokning ella nærri frágreiðing: Skandinavisku londini: Danmark, Noreg og Svøríki. - Nú skilti eg: maðurin var blindur.

Gásareygu

  • Gásareygu verða sett við beinleiðis talu: Tá ið tú sigur "beinan vegin," meinar tú "um ein hálvan tíma."
  • Stundum um bókatitlar, nøvn á lutum, stovnum o.tíl.: strandfaraskipið "Smyril"; "Feðgar á ferð" eftir Heðin Brú.

Spurnartekn

  • Spurnartekn verður sett aftan á spurnarsetningar (høpisheildir). Eru fleiri spurnarsetningar samanbundnir, verður spurnarteknið javnan sett aftan á hin seinasta: Vilt tú hava te, ella dámar tær betur kaffi? (Men hin vegin ikki eftir spurnareykasetning: Hann spurdi, um eg vildi hava te.)

Rópitekn

  • Rópitekn verður nýtt aftan á útróp og aftan á boðs- og hugssetningar: Hey! - Tví vorði tær! - Gev mær knívin! - Gævi satt, eg var liðugur!

Tankastrika

  • Tankastrika til at marka íhald, sum okkurt óvæntað kemur aftaná: Nú havi eg funnið knívin; hann var - í slíðrunum!
  • Fyri og eftir innskot: kemur hann - og tað vóni eg - fara vit at spæla kort.

Klombur

  • Klombur verða sett uttan um innskot, frágreiðingar o.tíl. Klombur um orð, orðlutir ella setningar verða nýtt at marka uppískoyti, neyvari frágreiðing, tilskilan ella valmøguleikar: Slættaratindur (í Eysturoy) er hægsta fjall í Føroyum. Í steðginum fæst okkurt drekkandi til keyps (sodavatn, øl, kaffi). Eyga eitur eygu(r) í fleirtali.

Klombur og onnur tekn

  • Punktum, semikolon og komma verða altíð sett aftan á eini klombur, og semikolon ella komma verða ongantíð sett undan einum klombrum. Jákup spældi ikki við í dag (hann var sjúkur); men vit vunnu dystin kortini. Útvarp Føroya (sum byrjaði at senda í 1957) hevur ment seg nógv.

Bindistrika

  • Bindistrika verður nýtt, tá ið fleiri samansett orð eru um sama orðlut: vanlukku- og ábyrgdartrygging; út- og innflutningur.
  • Við orðbýti millum reglur.
  • Við samanseting av tølum og orðum: 1990-árini, A4-stødd.
  • Tá ið fyrri liður í samanseting er stytting: ST-sáttmáli, ES-frágreiðing, HB-húsið, hf-prógv.
  • Tá ið fyrri liður í samanseting er einstakur bókstavur: D-vitamin, i-umljóð
  • Tá ið hóskandi er at býta samansetingarliðir sundur: ikki-álopssáttmáli, i-umljóð, Versailles-sáttmálin, norskt-svenskt samarbeiði, donsk-føroysk orðabók.
  • Millum navn og eyðkennisnavn frammanfyri, t.d. Uppsala-Pætur, Nólsoyar-Páll.
  • Í merkingini 'frá ... til': opið mánadag-fríggjadag 9-16. 10.-21. partur. 1.-10. apríl, veturin 1994-95.

Burturfalsmerki 

  • Burturfalsmerki (apostroff) verður nýtt, tá ið bókstavur er burturúrlagdur (ofta í skaldskapi): Gakk tú fram við góðum treyst'.
  • Tá ið endingar verða skoyttar upp í styttingar, t.d. HB'ari, sms'ini, ph.d.'ari.
  • Tá ið endingar verða skoyttar upp í tøl, t.d. 1960'ini, 5'ari (ella fimmari).
  • Tá ið endingar verða skoyttar upp í einstakar bókstavir, t.d. M'ið, s'ini.
  • Burturfalsmerki verður ikki brúkt í sambandi við sa-hvørsfall, t.d. Jákupsa skegg, Katrinsa bók (ikki Jákup'sa og Katrin'sa).
  • Burturfalsmerki verður ikki brúkt í vanligum s-hvørsfalli, t.d. Einars bók ella bók Einars (ikki Einars' bók ella bók Einars')

     

Styttingarmerki (punktum)

  • Styttingarmerki (punktum) verður nýtt, tá ið orð verður stytt, við at bókstavir verða burturúrlagdir: hr., t.d., o.s.fr. (Styttingar verða skrivaðar við ongum gloppi ímillum).
  • Eftir raðtøl verður altíð nýtt punktum: 29. juli. (Glopp skal vera millum raðtal og tað orðið, ið aftaná kemur).
  • Punktum verður ikki nýtt í sambandi við hesar styttingar: m (metur/metrar), l (litur/litrar), kg (kilogramm), km (kilometur/-metrar). Men punktum verður nýtt í styttingini kr. (króna/krónur).
  • Í styttingum sum SAS, EFTA, USA, ST verður punktum heldur ikki nýtt.
  • Í latínskum útbúgvingarheitum verður styttingarmerki brúkt, og styttingarnar verða skrivaðar við lítlum: cand.mag., mag.art., ph.d.
  • Í enskum útbúgvingarheitum verður styttingarmerki ikki brúkt, og styttingarnar verða skrivaðar við stórum eins og í ensktalandi londum: MA og MSc.

Skákstrika

  • Skákstrika verður javnan brúkt til at vísa fleiri valmøguleikar:
    Tú kanst sjálv/-ur gera tað ella Tú kanst sjálv/sjálvur gera tað.
    Tá ið tú ert liðug/-ur ella Tá ið tú ert liðug/liðugur.
    Um viðkomandi kennir seg álopna/-n ella Um viðkomandi kennir seg álpna/álopnan.
    Onnur dømi: formaður/-kvinna ella formaður/forkvinna, for-/eftirskoyti ella forskoyti/eftirskoyti, hann/hon, og/ella.
  • Við hvørt við merkingini 'um' og 'fyri':
    25 m/sek. ella 25 m/s (metrar um sekundið)
    588kg/m2 (kilo(gramm) fyri fermeturin/fyri hvønn fermetur)
  • Í sambandi við tøl og dagfestingar:
    Skákstrika er í teknunum fyri prosent og promillu: 10 %, 100 ‰
    Við hvørt í brotum og dagfestingum: 33⅓ (...ein triðingur), 7/2-2019 (ella 7.2.2019 ella 07.02.2019 ella 07-02-2019)
  • Í ávísum styttingum:
    P/F ella p/f (partafelag)
    M/B ella m/b (motorbátur)
    m/k (mannfólk ella konufólk)
    s/h (svartur-hvítur, svørt-hvít, svart-hvítt)

      

 Talorð

  • Talorð verða nýtt, tá ið greiðast skal frá, hvussu nógv er til av teimum lutum, ið um er talað. Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru/"donsku": tretivu, hálvtrýsinstjúgu ella hálvtrýss, trýsinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems. Vit hava trý sløg av tølum: grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
  • Grundtøl verða nýtt, tá ið nakað verður talt beinan vegin, t.d. ein, tveir, tríggir, fýra. Av grundtølum bendast einans tey trý fyrstu. Øll hini grundtølini bendast ikki.
  • Raðtøl verða nýtt, tá ið sagt verður, hvussu lutirnir standa á rað, t.d. fyrsti, annar, triði, fjórði. Fyrsti er til bæði í veikari og sterkari bending, alt eftir tí ið samanhangið krevur. Annar var upprunaliga sterkt bent í øllum føllum, men í nýføroyskum ber til at siga t.d. aðru ferð í hvønnfalli (í gomlum máli var tað aðra ferð). Triði (hvønnfall triðja), fjórði, fimti og uppeftir er alt bert veikt bent.
  • Skiftitølini eru bara trý í tali: einir, tvinnir og trinnir í kallkyni, einar, tvinnar og trinnar í kvennkyni og eini, tvinni og trinni í hvørkikyni. Tey bendast eins og lýsingarorð. Tey verða bara nýtt um fleirtalsorð, og tey siga, hvussu nógv pør eru av hvørjum luti: einir slíðrar, einar brillur, tvinnir skógvar, tvinnar hosur og tvinni hosubond. Tað eitur einar hosur, tá ið vit tosa um eitt hosupar, men ein støk hosa. Eisini t.d. um samheildir eini kort (spælikort), eini avroð.

Trý og tríggir

  • Trý verður skrivað við ý, tá ið tað stendur einsamalt. Tað verður skrivað við í, tá ið talorðið fær bendingarendingar: tríggir, tríggjar, og eisini, tá ið aðrir bókstavir verða skoyttir upp í orðið: tríati, tríburi, trífalt, tríkantur, tríur. Tó verður skrivað við ý, tá ið tað, sum verður skoytt uppí, ikki á nakran hátt er tríbýtt (partur av trimum ella samanseting av trimum): trýtal, trýogtjúgu, trýtabell.

Talstavir ella bókstavir

  • Í nógvum førum er skilabetri at nýta tøl, sjálvt um tey eru minni enn 10. Tað er serliga galdandi í hesum førum: 1. Við styttingar o.s.fr.: Talorð, sum standa saman við styttingum ella teknum, verða vanliga skrivað við tølum: 4 kg - 3 km - 4 l - 5 kr. - 8 % - 10$. 2. Tíggjutalstøl og brot: Eisini tøl, sum eru partar av tíggjutalstølum ella brotum, verða vanliga skrivað við tølum, hvussu lítil tey enn eru: 6,4 - 8,2 km/l - 3,75 kr. - 3½ kr. 3. Hagtøl o.a.: Tað sama er galdandi í sambandi við hagtøl og talsamanberingar og í neyvari taláseting yvirhøvur. 4. At finna aftur: Eisini tá ið um ræður at finna tøl skjótt aftur í einum teksti, kann orsøk vera at skriva tey við talstøvum heldur enn við bókstøvum. Harafturat er lættari at raka við tøl á eini blaðsíðu. 5. Reglufesti: Annars er at vera reglufastur í sama teksti.

 

Staðar- og fólkanøvn


Føroysk staðarnøvn

  • Føroysk staðarnøvn, ið eru lýsingarorð saman við navnorði, verða skrivað í einum orði (t.d. Langasandur, Lítlagil), tó við hesum undantøkum: Lítla Dímun og Stóra Dímun. Staðarnøvn, sum hava lýsingarorðið aftanfyri, verða skrivað í tveimum og við stórum í báðum orðum, t.d. Gjógvin Lítla.
  • Nøvn, ið eru navnorð saman við fyrisetingarliði, verða skrivað í trimum, navnorðini við stórum og fyrisetingin við lítlum, t.d. Áin í Rættum, Fjallið millum Botna.
  • Øll onnur orð, ið eru samansett av fleiri liðum, verða skrivað í einum, hvussu langar samansetingarnar annars eru, og hvussu tær annars eru vorðnar, t.d. Brattaskoragjógv, Fuglfjarðarskarð, Heimantúnstriðingur.

Fyrisetingar framman fyri staðarnøvn

  • av og á hoyra saman: á Eiði - av Eiði; eg búgvi á Eiði; eg eri av Eiði; á Strondum - av Strondum.
  • í og úr hoyra saman: í Havn - úr Havn; eg búgvi í Havn; eg eri ættaður úr Havn; í Vatnsoyrum - úr Vatnsoyrum.
  • við og frá hoyra saman: við Gjógv - frá Gjógv; hann býr við Gjógv; hann er ættaður frá Gjógv; við Ljósá - frá Ljósá, við Norðskála - frá Norðskála.
  • Gevið gætur, at tað eitur í Syðradali og úr Syðradali í Streymoy, men á Syðradali og av Syðradali í Kalsoy.
  • Um skip og bátar, sum liggja á sjónum úti fyri bygdini ella við bryggju, siga vit í flestu førum ikki, at tey liggja í men á (á Vestmanna), og teir fara ikki úr men av (av Vestmanna). Lómur kom á Havnina; kl. 19 fer hann av Havnini til Danmarkar.
  • Góður føroyskur málsiður er at hava fyrisetingina í framman fyri oyggjanøvn og oyggjalandanøvn: í Føroyum, í Hetlandi, í Orknoyggjum o.s.fr. Danskt og onnur skandinavisk mál nýta harafturímóti fyrisetinginaí tílíkum føri sum t.d. "på Færøerne, på Shetlandsøerne". Tá ið tað kemur til fjarari lond, hava vit lyndi til at skifta lag, taka fremmanda háttin og nýta á fyri í: "á Álandi, á Filipsoyggjum" o.s.fr. Fóru vit eftir føroyskari málkenslu, søgdu og skrivaðu vit heldur í Álandi, í Filipsoyggjum o.s.fr.

Bústaðurin í hvørjumfalli

  • Mælt verður til at hava t.d. gøtunavn, bygdar- ella býarnavn, oyggjarnavn o.tíl. í hvørjumfalli við ongari fyriseting sum t.d. bústaðarnavn ella uttanáskrift á brævi, t.d. Bogi Ísaksson, Fuglafirði, Anna Jógvansdóttir, Garðagøtu 5, Vági, Ormur Ívarsson, Skála. Er gøtunavnið sett saman av fleiri nøvnum, verður síðsti navnaliður skrivaður leysur frá, t.d. V.U. Hammershaimbs gøtu 16.

Fólkanøvn

  • Fólkanøvn eru sernøvn og bendast eins og felagsnøvn, t.d. Finnur, Finn, Finni, Fins; - Tróndur, Trónd, Tróndi, Tróndar; - Ása, Ásu, Ásu, Ásu; - Turið, Turið, Turið, Turiðar
  • Konufólkanøvn, ið enda við -vá (t.d. Gunnvá, Oddvá, Rannvá), eru óbend í hvønn- og hvørjumfalli. Í hvørsfalli er endingin -ar. Navnið Sunniva bendist sum t.d. Ása.
  • Mannfólkanøvn sum Beinir, Birgir, Grettir, Tórir o.tíl. eru torbend á nútíðarmáli. Tann bendingarflokkur, sum hesi nøvn hoyra uppí, er burturdottin í nútíðarføroyskum, og tí verður mælt til at hava sama snið í hvønnfalli sum í hvørfalli, t.d. Brestir, men í hvørjum- og hvørsfalli: Bresti, Brestis. Í nøvnum sum Halgir, Lykkir og Melkir er hevd fyri at hava -ir í stovninum gjøgnum alla bendingina, t.d.Halgir, Halgir, Halgiri, Halgirs, og nøvn sum Jaspur, Øssur og Gissur hava -ur í stovninum gjøgnum alla bendingina.
  • Í fólkanøvnum, sum hava endingina -s í hvørsfalli, verður hetta -s varðveitt, tá ið -son ella -dóttir verður lagt afturat, t.d. Eiriksson, Eiriksdóttir í hvørfalli (men -dóttur í hinum føllunum).
  • Í styttingum av nøvnum og navnorðum eigur hvørsfalsending ikki at koma fyri, t.d. limir FK (og ikki: limir FK's). Styttingin umboðar orðið í øllum føllum, eisini í hvørsfalli.