Stórir og smáir stavir
Stórir og smáir stavir
- Meginreglan er, at øll orð uttan sernøvn verða skrivað við lítlum fyrstastavi.
Við smáum støvum
- Nøvn á mánaðum, vikudøgum, hátíðum og hátíðardøgum: januar, februar, o.s.fr., týsdagur, leygardagur, jól, páskir, hvítusunna,skírhósdagur, langafríggjadagur, dýri biðidagur, jólaføsta, nýggjár, trettanda, føsta, føstugangur (men: Kristi himmalsferðardagur), jóansøka, ólavsøka, mikkjalsmessa, tollaksmessa, flaggdagur.
- Nøvn á tjóðum og íbúgvum: føroyingur, breti, dani, íslendingur, suðuroyingur, vágamaður, havnarmaður, hvalbingur.
- Nøvn á fólkum, ið fylgja politiskum flokkum: fólkafloksmaður, javnaðarkvinna, sambandfólk, tjóðveldiskona.
- Samansett orð, har ið fyrri liður er sernavn: nólsoyarbátur, hvalbiargrind, danmarkarferð, grønlandskópur, føroyakort.
Við stórum stavi
- Við stórum stavi verður skrivað fyrsta orð í teksti. Stórur fyrstistavur verður nýttur aftan á punktum og eisini aftan á spurnartekn og rópitekn, tá ið hesi tekn hava gildi sum punktum: "Hvar fert tú?" "Til útróðrar."
Aftan á kolon verður nýttur
- Stórur stavur við beinleiðis talu og uppafturtøku: Guð segði: "Verði ljós!" Og tað varð ljós.
- Lítil stavur við frágreiðingar, dømi o.tíl.: Trinnanda seðlar: bláir, gulir og reyðir.