At býta orð sundur millum reglur
At býta orð sundur millum reglur
- Samansett orð verða sundurbýtt eftir orðlutum, t.d.: skriv-stova, fiski-maður, ólav-søka.
- Mong avleidd orð verða eins og samansett orð sundurbýtt eftir orðlutunum, t.d.: frá-líkur, viður-kenna, fiski-skapur, kjøkr-utur, turr-ligur, bind-indi, ógv-is-ligur, arb-eiði.
- Ósamansett orð verða býtt soleiðis, at orðstovnar standa fyri seg og endingar fyri seg. Hent er at hava til reglu, at so nógv hjáljóð, sum til ber, koma við í fyrra lutin, og at seinni luturin byrjar við sjálvljóði, t.d.: arm-ur, stór-ur, hundr-að, tuberkl-ar, stein-un-um, skón-um, eyg-uni. Har sum r og n koma saman í samansettari ending, fara tey hvørt á sína reglu, t.d. bát-ar-nir, kon-ur-nar, kýr-nar.
- Viðm. Ansið eftir, at orð verða sundurbýtt heilt øðrvísi í donskum enn í føroyskum. Fleiri orð eru óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir donskum reglum, t.d. goymsla, brongla; eftir reglunum kundi verið býtt framman fyri -a, men ikki er siður at lata stakstav fara niður á nýggja reglu; hann rúgvar ikki meir enn bindistrikan. Harafturímóti er goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.