Sernøvn
Sernøvn
- Stórur stavur verður nýttur í sernøvnum og felagsnøvnum, ið nýtt verða sum sernøvn.
- Eginlig sernøvn, sum eru stakorð. Av meginbólkunum kunnu sum dømi verða nevnd: Fólkanøvn: Sjúrður, Brynhild; Sigmundarson, Buðladóttir. Nøvn á djórum, skipum, bátum, lutum: Snati, Flekka, Merkið (føroyska flaggið); Smyril (skipið). Staðanøvn: Føroyar, Bretland, Tórshavn, Atlantshav. Gøtunøvn: Tróndargøta, Dalavegur. Stjørnufrøðilig nøvn: Jupiter, Orion, Venus, men: jørðin, sólin, mánin, vetrarbreytin, grannlýsið o.tíl. Trúarlig heiti: Gud, Guð, Harrin, Várharra, men: faðirin, skaparin, sonurin, menniskjusonurin, frelsarin, heilagi andin. Nøvn á feløgum, flokkum o.tíl.: Føroyingafelag, Fólkaflokkurin.
Tví- ella fleirliðað sernøvn
- Lýsingarorð framman fyri ella aftan fyri navn verður skrivað við stórum stavi, um tað kennist sum partur í navninum, t.d. Stóri Gutti, Ríki Jákup, Kálvur Lítli, Ólavur Heilagi, Fjallið Mikla, Hellan Hála, Havið Kyrra. Er atsett navnorð at skilja sum tittul ella starvsheiti, verður tað at skriva við lítlum stavi, t.d. Ólavur kongur, Hákun jallur, Tróndur prestur.
- Í nøvnum á stovnum er bert fyrra ella fyrsta orðið við stórum: Føroya landsstýri, Tjaldurs apotek. Men stytt nøvn á almennum stovnum kunnu annaðhvørt verða skrivað við stórum ella lítlum stavi: Løgtingið ella løgtingið, Landsstýrið ella landsstýrið, Landsskjalasavnið ella landsskjalasavnið.
-
Í vanligum samanhangandi teksti verður fyriseting og/ella hjáorð framman fyri staðarnavn skrivað við lítlum: hann eigur hús við Gjógv, eg spákaði mær ein túr yviri við Strond, tey búgva undir Gøtueiði, ærin lá frammi í Dal, skúlin er inni á Fjørð.
Í summum førum kennist fyriseting og/ella hjáorð sum ein so neyðugur partur av navni, at annað teirra ella bæði eru tikin við, tá ið navnið er sett á skelti, kort ella stendur í navnalista. Fyriseting einsamøll ella hjáorð einsamalt verður tá skrivað við stórum, og somuleiðis navnorðið, t.d.: Við Áir, Við Sjógv, Undir Gøtueiði, Handan Á, Heiman Gjógv, Heiman Hús, Handan Hús, Eystan Borg, Á Hálsi, Í Trøðum.
Stendur bæði fyriseting og hjáorð framman fyri navnorðið á skelti, korti ella lista, verður tað fyrra skrivað við stórum, tað seinna við lítlum og navnorðið við stórum, t.d.: Inni á Fjørð, Yviri við Strond, Norðuri á Støðli, Yvir í Haga, Úti á Bø, Fyri uttan Hús, Fyri oman Heiðar.
Í samanhangandi teksti ber kortini til at skriva: Ein býligur í Vestmanna eitur Inni á Fjørð, ein niðursetubygd eitur Undir Gøtueiði. Har var eitt pláss, ið nevndist Frammi í Dal.
- Í sernøvnum við fleiri liðum verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum stavi; er eitt ella fleiri av seinnu orðunum sernavn, verður tað eyðvitað eisini skrivað við stórum, t.d. Hitt kristiliga føroyska ungmannafelagið, Meginfelag føroyskra studenta (men stytt MFS), Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn, Sameindu tjóðirnar (men stytt ST).
- Í bókartitlum, nøvnum á listaverkum o.tíl. verður bert fyrsta orðið skrivað við stórum og hini við smáum, uttan sernøvn, t.d. Feðgar á ferð, Hitt ævinliga gonguverkið, Songbók Føroya fólks, Føroya kvæði (men stytt FK).