Teknseting
Teknseting
- Teknseting skal gera tað, ið skrivað er, lættari at skilja. Teknini verða tí nýtt bæði til at seta mark hugsanarliga og málfrøðiliga og til at greina styttri ella longri steðgir (íhald).
Punktum
- Punktum merkir, at høpið er at enda komið. Punktum verður sett aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning): Marjun hevði ta gávu at kunna síggja á fólki, hvat tey hugsaðu. Nú ið maðurin nærkast, kennir froðbingurin, at hetta er hin fyrsti bóndin í Kirkjubø.
Semikolon
- Semikolon verður eins og punktum nýtt aftan á høpisheild (sjálvstøðugan setning), men merkir styttri íhald enn punktum, men heldur longri enn komma. Tað er vanligt at seta semikolon, tá ið tvær høpisheildir eru ein eind mótvegis tí, ið undan og aftaná stendur: Í gjár var eg í Vágum; í morgin fari eg til Suðuroyar.
Komma
- Komma verður sett til at skilja sundur heilmeiningar, sum hoyra saman, eitt nú tá ið tær eru samanbundnar við og, men. - Eitt lúgvar, annað brýtur. - Skrín hansara kom tó aftur til Føroya, og harí var norska lóg og ein altartalva. - Hon settist at gráta, men Guttormur royndi at ugga hana.
- Eisini verður komma sett við ófullfíggjaðar setningar, har ið t.d. sagnorðið er undirskilt frá setninginum frammanfyri: Hann fór til høgru, eg til vinstru. Komma skilur setning frá tiltaluorði: Kom higar, Hanus! - Jóannes, far mær eini ørindi!
- Eisini til at seta mark millum høvuðssetning og eykasetning og eykasetningar sínámillum: Hann kvíðaði fyri, at hann fekk ikki kúnna, um Hanus fekk at vita, at tað var Jørundur, ið hevði verið og sagt frá.
Komma inni í setningi
- Millum javnskipaðar liðir, ið ikki eru samanbundnir við sambindingarorði, og millum javnskipaðar liðir, ið eru samanbundnir við men:Hon keypti mjøl, sukur, epli og te. - Skrivstovukonan er bæði dugnalig, íðin og blídlig. - Hann er ungur, men sterkur.
- Undan og aftan á ávísingarlið í samstøðuskipan (appositión): Hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratindur, er 882 metrar høgt. Viðm. Vanliga verður komma ikki sett undan ávísandi yrkisheiti, ið er viðurnevni at kalla: Tróndur prestur; Janus skald; Jóannes bóndi.
- Við hvørt framman fyri og aftan á orðasambond, ið hava vissa sjálvstøðu í setninginum, eyðkend við íhaldi: Vit fara av stað fyrsta dagin, kanska longu í morgin. - Tað kostaði 20 kr., alt íroknað.
Frávik frá reglunum um kommaseting
- Um liður í høvuðsetninginum er tætt knýttur at eftirfylgjandi eykasetningi, kann komma verða sett undan hesum liði: Hann helt av stað, í somu løtu sum boðini komu. Vit fingu okkum at eta, hálvan tíma áðrenn vit plagdu. Eg tosaði við hann, ein tíma áðrenn hann fór (men við aðrari merking: Eg tosaði við hann ein tíma, áðrenn hann fór). Tað er ikki annað, enn væntandi var.
Kolon
- Kolon verður sett undan beinleiðis talu: Hann segði: "Eg komi, um eg sleppi." Harafturímóti: "Eg komi," segði hann, "um eg sleppi." -"Eg komi, um eg sleppi," segði hann.
- Í summum førum við upprokning ella nærri frágreiðing: Skandinavisku londini: Danmark, Noreg og Svøríki. - Nú skilti eg: maðurin var blindur.
Gásareygu
- Gásareygu verða sett við beinleiðis talu: Tá ið tú sigur "beinan vegin," meinar tú "um ein hálvan tíma."
- Stundum um bókatitlar, nøvn á lutum, stovnum o.tíl.: strandfaraskipið "Smyril"; "Feðgar á ferð" eftir Heðin Brú.
Spurnartekn
- Spurnartekn verður sett aftan á spurnarsetningar (høpisheildir). Eru fleiri spurnarsetningar samanbundnir, verður spurnarteknið javnan sett aftan á hin seinasta: Vilt tú hava te, ella dámar tær betur kaffi? (Men hin vegin ikki eftir spurnareykasetning: Hann spurdi, um eg vildi hava te.)
Rópitekn
- Rópitekn verður nýtt aftan á útróp og aftan á boðs- og hugssetningar: Hey! - Tví vorði tær! - Gev mær knívin! - Gævi satt, eg var liðugur!
Tankastrika
- Tankastrika til at marka íhald, sum okkurt óvæntað kemur aftaná: Nú havi eg funnið knívin; hann var - í slíðrunum!
- Fyri og eftir innskot: kemur hann - og tað vóni eg - fara vit at spæla kort.
Klombur
- Klombur verða sett uttan um innskot, frágreiðingar o.tíl. Klombur um orð, orðlutir ella setningar verða nýtt at marka uppískoyti, neyvari frágreiðing, tilskilan ella valmøguleikar: Slættaratindur (í Eysturoy) er hægsta fjall í Føroyum. Í steðginum fæst okkurt drekkandi til keyps (sodavatn, øl, kaffi). Eyga eitur eygu(r) í fleirtali.
Klombur og onnur tekn
- Punktum, semikolon og komma verða altíð sett aftan á eini klombur, og semikolon ella komma verða ongantíð sett undan einum klombrum. Jákup spældi ikki við í dag (hann var sjúkur); men vit vunnu dystin kortini. Útvarp Føroya (sum byrjaði at senda í 1957) hevur ment seg nógv.
Bindistrika
- Bindistrika verður nýtt, tá ið fleiri samansett orð eru um sama orðlut: vanlukku- og ábyrgdartrygging; út- og innflutningur.
- Við orðbýti millum reglur.
- Við samanseting av tølum og orðum: 1990-árini, A4-stødd.
- Tá ið fyrri liður í samanseting er stytting: ST-sáttmáli, ES-frágreiðing, HB-húsið, hf-prógv.
- Tá ið fyrri liður í samanseting er einstakur bókstavur: D-vitamin, i-umljóð
- Tá ið hóskandi er at býta samansetingarliðir sundur: ikki-álopssáttmáli, i-umljóð, Versailles-sáttmálin, norskt-svenskt samarbeiði, donsk-føroysk orðabók.
- Millum navn og eyðkennisnavn frammanfyri, t.d. Uppsala-Pætur, Nólsoyar-Páll.
- Í merkingini 'frá ... til': opið mánadag-fríggjadag 9-16. 10.-21. partur. 1.-10. apríl, veturin 1994-95.
Burturfalsmerki
- Burturfalsmerki (apostroff) verður nýtt, tá ið bókstavur er burturúrlagdur (ofta í skaldskapi): Gakk tú fram við góðum treyst'.
- Tá ið endingar verða skoyttar upp í styttingar, t.d. HB'ari, sms'ini, ph.d.'ari.
- Tá ið endingar verða skoyttar upp í tøl, t.d. 1960'ini, 5'ari (ella fimmari).
- Tá ið endingar verða skoyttar upp í einstakar bókstavir, t.d. M'ið, s'ini.
- Burturfalsmerki verður ikki brúkt í sambandi við sa-hvørsfall, t.d. Jákupsa skegg, Katrinsa bók (ikki Jákup'sa og Katrin'sa).
-
Burturfalsmerki verður ikki brúkt í vanligum s-hvørsfalli, t.d. Einars bók ella bók Einars (ikki Einars' bók ella bók Einars')
Styttingarmerki (punktum)
- Styttingarmerki (punktum) verður nýtt, tá ið orð verður stytt, við at bókstavir verða burturúrlagdir: hr., t.d., o.s.fr. (Styttingar verða skrivaðar við ongum gloppi ímillum).
- Eftir raðtøl verður altíð nýtt punktum: 29. juli. (Glopp skal vera millum raðtal og tað orðið, ið aftaná kemur).
- Punktum verður ikki nýtt í sambandi við hesar styttingar: m (metur/metrar), l (litur/litrar), kg (kilogramm), km (kilometur/-metrar). Men punktum verður nýtt í styttingini kr. (króna/krónur).
- Í styttingum sum SAS, EFTA, USA, ST verður punktum heldur ikki nýtt.
- Í latínskum útbúgvingarheitum verður styttingarmerki brúkt, og styttingarnar verða skrivaðar við lítlum: cand.mag., mag.art., ph.d.
- Í enskum útbúgvingarheitum verður styttingarmerki ikki brúkt, og styttingarnar verða skrivaðar við stórum eins og í ensktalandi londum: MA og MSc.
Skákstrika
- Skákstrika verður javnan brúkt til at vísa fleiri valmøguleikar:
Tú kanst sjálv/-ur gera tað ella Tú kanst sjálv/sjálvur gera tað.
Tá ið tú ert liðug/-ur ella Tá ið tú ert liðug/liðugur.
Um viðkomandi kennir seg álopna/-n ella Um viðkomandi kennir seg álpna/álopnan.
Onnur dømi: formaður/-kvinna ella formaður/forkvinna, for-/eftirskoyti ella forskoyti/eftirskoyti, hann/hon, og/ella. - Við hvørt við merkingini 'um' og 'fyri':
25 m/sek. ella 25 m/s (metrar um sekundið)
588kg/m2 (kilo(gramm) fyri fermeturin/fyri hvønn fermetur) - Í sambandi við tøl og dagfestingar:
Skákstrika er í teknunum fyri prosent og promillu: 10 %, 100 ‰
Við hvørt í brotum og dagfestingum: 33⅓ (...ein triðingur), 7/2-2019 (ella 7.2.2019 ella 07.02.2019 ella 07-02-2019) - Í ávísum styttingum:
P/F ella p/f (partafelag)
M/B ella m/b (motorbátur)
m/k (mannfólk ella konufólk)
s/h (svartur-hvítur, svørt-hvít, svart-hvítt)