Talorð
Talorð
- Talorð verða nýtt, tá ið greiðast skal frá, hvussu nógv er til av teimum lutum, ið um er talað. Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru/"donsku": tretivu, hálvtrýsinstjúgu ella hálvtrýss, trýsinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems. Vit hava trý sløg av tølum: grundtøl, raðtøl og skiftitøl.
- Grundtøl verða nýtt, tá ið nakað verður talt beinan vegin, t.d. ein, tveir, tríggir, fýra. Av grundtølum bendast einans tey trý fyrstu. Øll hini grundtølini bendast ikki.
- Raðtøl verða nýtt, tá ið sagt verður, hvussu lutirnir standa á rað, t.d. fyrsti, annar, triði, fjórði. Fyrsti er til bæði í veikari og sterkari bending, alt eftir tí ið samanhangið krevur. Annar var upprunaliga sterkt bent í øllum føllum, men í nýføroyskum ber til at siga t.d. aðru ferð í hvønnfalli (í gomlum máli var tað aðra ferð). Triði (hvønnfall triðja), fjórði, fimti og uppeftir er alt bert veikt bent.
- Skiftitølini eru bara trý í tali: einir, tvinnir og trinnir í kallkyni, einar, tvinnar og trinnar í kvennkyni og eini, tvinni og trinni í hvørkikyni. Tey bendast eins og lýsingarorð. Tey verða bara nýtt um fleirtalsorð, og tey siga, hvussu nógv pør eru av hvørjum luti: einir slíðrar, einar brillur, tvinnir skógvar, tvinnar hosur og tvinni hosubond. Tað eitur einar hosur, tá ið vit tosa um eitt hosupar, men ein støk hosa. Eisini t.d. um samheildir eini kort (spælikort), eini avroð.
Trý og tríggir
- Trý verður skrivað við ý, tá ið tað stendur einsamalt. Tað verður skrivað við í, tá ið talorðið fær bendingarendingar: tríggir, tríggjar, og eisini, tá ið aðrir bókstavir verða skoyttir upp í orðið: tríati, tríburi, trífalt, tríkantur, tríur. Tó verður skrivað við ý, tá ið tað, sum verður skoytt uppí, ikki á nakran hátt er tríbýtt (partur av trimum ella samanseting av trimum): trýtal, trýogtjúgu, trýtabell.
Talstavir ella bókstavir
- Í nógvum førum er skilabetri at nýta tøl, sjálvt um tey eru minni enn 10. Tað er serliga galdandi í hesum førum: 1. Við styttingar o.s.fr.: Talorð, sum standa saman við styttingum ella teknum, verða vanliga skrivað við tølum: 4 kg - 3 km - 4 l - 5 kr. - 8 % - 10$. 2. Tíggjutalstøl og brot: Eisini tøl, sum eru partar av tíggjutalstølum ella brotum, verða vanliga skrivað við tølum, hvussu lítil tey enn eru: 6,4 - 8,2 km/l - 3,75 kr. - 3½ kr. 3. Hagtøl o.a.: Tað sama er galdandi í sambandi við hagtøl og talsamanberingar og í neyvari taláseting yvirhøvur. 4. At finna aftur: Eisini tá ið um ræður at finna tøl skjótt aftur í einum teksti, kann orsøk vera at skriva tey við talstøvum heldur enn við bókstøvum. Harafturat er lættari at raka við tøl á eini blaðsíðu. 5. Reglufesti: Annars er at vera reglufastur í sama teksti.