Nær orð verða samanskrivað
Nær orð verða samanskrivað
- Stovnsamansetingar verða skrivaðar í einum orði. Fyrri orðstovnurin í samanseting verður ikki bendur eftir kyninum á seinna liði, t.d.maðurin er blíðoygdur, barnið er blíðoygt; hvítkál, reyðkál, hvítvín, reyðvín.
- Byrjar seinni liður í samansettum orði við hjáljóði, eigur ikki -ggj ella -gv at koma afturat, t.e. eingin skerping verður, t.d. blýfríur,blýlodd, blýpetti, sjófiti, sjósíl. Byrjar seinni liður við sjálvljóði ella h framman fyri sjálvljóð, verður skerping, t.e. -ggj ella -gv kemur ímillum, t.d. hoyggjhús, sjógvhøna.
- Hjáorð og fyriseting verða skrivað í tveimum orðum, tá ið stýring kemur aftaná, annars í einum orði, t.d. hann fór inn um dyrnar, men:kom innum! Fá tær mjólk út í drekkað, men: fá tær útí; hann fór niðan á bakkan, men: komin niðaná, fekk hann sær ein bita. - Ikki at blanda við hjáorð, ið ikki verða samanskrivað, t.d. út aftur, niður aftur.
- Orð, sum enda við -megin, verða altíð skrivað í einum orði, t.d. báðumegin, hesumegin, hinumegin, hvítumegin, høgrumegin,somumegin, øðrumegin.
- Ansið eftir ikki at blanda saman orð sum t.d. ósmæðin og ov smæðin. Forstavilsið ó- merkir 'ikki' (ósmæðin 'ikki smæðin'), og hetta verður skrivað í einum orði. Men ov merkir 'meir enn gott er' (ov smæðin 'smædnari enn gott er'); hetta verður skrivað í tveimum orðum, og tað verður framborið sum [o:] (ikki sum [ou]).