Tungumál
Tungumál (Marius Staksberg)
sámiskt
uralska málættin, finnougriska greinin; nøkur nær skyld mál í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Russlandi, har tað størsta er norðursámiskt ; móðurmál hjá einum 30.000 fólkum ella fleiri (ISO 639-2: smi)
sámoskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá um 370.000 fólkum, harav um 200.000 í Vestursámoa og um 57.000 í Amerikanskum Sámoa (ISO 639-1: sm, ISO 639-2: smo)
sango
kreolmál grundað á ngbandi, ið hoyrir til nigerkongo-málættina; móðurmál hjá góðum 400.000 fólkum, harav um 350.000 í Miðafrikalýðveldinum (ISO 639-1: sg, ISO 639-2: sag)
sanskrit
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; doyði út sum talumál um 100 f.Kr., men roynt verður at endurlívga tað, og sagt verður, at tað er móðurmál hjá góðum 6.000 fólkum í India; elstu heilagu hinduistisku ritini, Vedurnar, eru skrivað á sanskrit, og tað er átrúnaðarligt mál i hinduismuni (ISO 639-1: sa, ISO 639-2: san)
sardinskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá um 1.500.000 fólkum ella fleiri í Sardinia í Italia (ISO 639-1: sc, ISO 639-2: srd)
serbiskt
indoevropeiska málættin, slaviska greinin; frábrigdi av serbokroatiskum; móðurmál hjá góðum 11.000.000 fólkum, harav um 10.200.000 í Serbia og Montenegro (ISO 639-1: sr, ISO 639-2: scc/srp)
serbokroatiskt
sí bosniskt , kroatiskt og serbiskt
sikjuan ji
sinotibetanska málættin; móðurmál hjá um 1.600.000 fólkum í Kina (ISO 639-1: ii, ISO 639-2: iii)
sindiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá góðum 21.000.000 fólkum, harav um 18.500.000 í Pakistan og um 2.800.000 í India (ISO 639-1: sd, ISO 639-2: snd)
singalesiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá góðum 13.000.000 fólkum, meginparturin í Sri Lanka (ISO 639-1: si, ISO 639-2: sin)
sjona
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá sløkum 11.000.000 fólkum, meginparturin í Simbabvi (ISO 639-1: sn, ISO 639-2: sna)
skotskt gæliskt
indoevropeiska málættin, keltiska greinin; móðurmál hjá um 62.000 fólkum, harav sløkum 59.000 í Skotlandi (ISO 639-1: gd, ISO 639-2: gla)
slovakiskt
indoevropeiska málættin, slaviska greinin; móðurmál hjá um 5.600.000 fólkum, meginparturin í Slovakia (ISO 639-1: sk, ISO 639-2: slo/slk)
slovenskt
indoevropeiska málættin, slaviska greinin; móðurmál hjá um 2.000.000 fólkum, harav góðari 1.700.000 í Slovenia (ISO 639-1: sl, ISO 639-2: slv)
somaliskt
afroasiatiska málættin; móðurmál hjá sløkum 12.700.000 fólkum, harav um 7.800.000 í Somalia og góðum 3.300.000 í Etiopia (ISO 639-1: so, ISO 639-2: som)
soto
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá sløkum 5.000.000 fólkum, harav góðum 3.000.000 í Suðurafrika og um 1.800.000 í Lesoto (ISO 639-1: st, ISO 639-2: sot)
spanskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá góðum 320.000.000 fólkum, harav um 86.000.000 í Meksiko, um 34.000.000 í Kolumbia, um 33.000.000 í Argentina, um 28.000.000 í Spania, góðum 22.000.000 í USA, um 21.500.000 í Venesuela, um 20.000.000 í Peru, um 14.000.000 í Kili, um 10.000.000 í Kuba og um 24.500 í Andorra (ISO 639-1: es, ISO 639-2: spa)
sulu
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá sløkum 9.600.000 fólkum, harav um 9.200.000 í Suðurafrika (ISO 639-1: zu, ISO 639-2: zul)
sundanesiskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá um 27.000.000 fólkum í Indonesia (ISO 639-1: su, ISO 639-2: sun)
suðurndebele
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 590.000 fólkum í Suðurafrika (ISO 639-1: nr, ISO 639-2: nbl)
svahiliskt
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 770.000 fólkum, harav um 540.000 í Tansania (ISO 639-1: sw, ISO 639-2: swa)
svatiskt
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 1.700.000 fólkum, harav um 1.000.000 í Suðurafrika og um 650.000 í Svasilandi (ISO 639-1: ss, ISO 639-2: ssw)
sveistýskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; frábrigdi av týskum; móðurmál hjá um 6.000.000 fólkum, harav um 4.200.000 í Sveis, um 1.500.000 í Fraklandi og um 29.000 í Liktinstein (ISO 639-2: gsw)
svenskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 8.800.000 fólkum, harav góðum 7.800.000 í Svøríki og um 300.000 í Finnlandi (ISO 639-1: sv, ISO 639-2: swe)