Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

palavskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá um 15.000 fólkum, meginparturin í Palau (ISO 639-2: pau)
paliskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; útdeytt mál, men tað er átrúnaðarligt mál í buddismuni (ISO 639-1: pi, ISO 639-2: pli)
pasjto
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; óvist hvussu nógv hava tað sum móðurmál, men kanska um 18.000.000 í Pakistan, um 8.000.000 í Afganistan, og nakrar milliónir í øðrum londum (ISO 639-1: ps, ISO 639-2: pus)
persiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá um 32.000.000 fólkum, harav um 22.000.000 í Iran og um 5.600.000 í Afganistan (ISO 639-1: fa, ISO 639-2: per/fas)
pólskt
indoevropeiska málættin, slaviska greinin; móðurmál hjá um 43.000.000 fólkum, harav góðum 36.500.000 í Póllandi (ISO 639-1: pl, ISO 639-2: pol)
portugisiskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá sløkum 180.000.000 fólkum, harav um 163.000.000 í Brasil og um 10.000.000 í Portugal (ISO 639-1: pt, ISO 639-2: por)
pundjabskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá um 90.000.000 fólkum, harav góðum 60.000.000 í Pakistan og um 27.000.000 í India (ISO 639-1: pa, ISO 639-2: pan)