Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

haitiskt kreolfranskt
kreolmál grundað á franskt; móðurmál hjá um 7.400.000 fólkum, harav sløkum 7.000.000 í Haiti (ISO 639-1: ht, ISO-639-2: hat)
havsa
afroasiatiska málættin; móðurmál hjá góðum 24.000.000 fólkum, harav um 18.500.000 í Nigeria og um 5.000.000 í Niger (ISO 639-1: ha, ISO 639-2: hau)
hebraiskt
afroasiatiska málættin, semitiska greinin; móðurmál hjá góðum 5.000.000 fólkum, harav um 4.850.000 í Ísrael; ikki beinleiðis eftirkomari eftir klassiskt hebraiskt ella bíbliuhebraiskt; meginparturin av Gamla testamenti er skrivaður á klassiskum hebraiskum, sum er átrúnaðarligt mál hjá jødum (ISO 639-1: he, ISO 639-2: heb)
herero
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá góðum 130.000 fólkum, harav góðum 110.000 í Namibia (ISO 639-1: hz, ISO 639-2: her)
hindiskt
indoevropeiska málættin, indoiranska greinin; móðurmál hjá um 180.000.000 fólkum, meginparturin í India (ISO 639-1: hi, ISO 639-2: hin)
hiri motu
kreolmál grundað á motu, ið er eitt avstronesiskt mál; móðurmál hjá nøkrum heilt fáum fólkum í Papua Nýguinea, men samskiftismál hjá nógv fleiri (ISO 639-1: ho, ISO 639-2: hmo)
hollendskt
indoevropeiska málættin, germanska greinin; móðurmál hjá um 17.400.000 fólkum, harav sløkum 12.400.000 í Hollandi og um 4.600.000 í Belgia; sí eisini afrikaans (ISO 639-1: nl, ISO 639-2: dut/nld)
hvítarussiskt
indoevropeiska málættin, slaviska greinin; móðurmál hjá um 9.000.000 fólkum, harav um 6.700.000 í Hvítarusslandi (ISO 639-1: be, ISO 639-2: bel)