Málslig ráðgeving

Tungumál

Tungumál (Marius Staksberg)

ido
gjørt mál, eitt einfaldað frábrigdi av esperanto; eingin hevur tað sum móðurmál (ISO 639-1: io, ISO 639-2: ido)
igbo
nigerkongo-málættin; móðurmál hjá um 18.000.000 fólkum í Nigeria (ISO 639-1: ig, ISO 639-2: ibo)
indonesiskt
avstronesiska málættin; móðurmál hjá góðum 23.000.000 fólkum, meginparturin í Indonesia (ISO 639-1: id, ISO 639-2: ind)
interlingua
gjørt mál; eingin hevur tað sum móðurmál (ISO 639-1: ia, ISO 639-2: ina)
interlingue
gjørt mál; eingin hevur tað sum móðurmál (ISO 639-1: ie, ISO 639-2: ile)
inuittiskt
eskimoaleutska málættin; móðurmál hjá um 14.000 fólkum í Kanada (ISO 639-1: iu, ISO 639-2: iku)
inupiak
eskimoaleutska málættin; móðurmál hjá um 7.500-10.000 fólkum, meginparturin í Alaska í USA (ISO 639-1: ik, ISO 639-2: ipk)
italskt
indoevropeiska málættin, romanska greinin; móðurmál hjá góðum 60.000.000 fólkum, harav um 55.000.000 í Italia, um 1.000.000 í Fraklandi og um 25.000 í San Marino (ISO 639-1: it, ISO 639-2: ita)