Málslig ráðgeving

Orðatøk og orðafelli

Orðatøkini niðanfyri eru fyri tað mesta savnað úr Føroyskari orðabók (Móðurmálsorðabókini) frá 1998 og danskari-føroyskari orðabók frá 1995, báðar frá Føroya fróðskaparfelag.

Orðatøk og orðafelli

Ofta býr fals undir fríðum skinni.
Ofta býr flagd undir fríðum skinni.
Ofta eigur svørt ær hvítt lamb.
Ofta er ljótur dreymur fyri lítlum.
Ofta etur hundur tað, hann havnar, og ketta tað, hon spýr.
Ofta kemur fjól í bóndans stól og bikkja í bóndans sæti.
Ofta lýtst happ av hundi.
Ofta mælir muður, og fylgir ikki eftir hugur.
Ofta nýtst ilt av bræði.
Ofta skríður knørrur móti forboð.
Ofta taka trøll góða manna børn.
Okkurt fær dugandi maður til vápn.