Við (Jeffrei Henriksen)
'Við' er ein fyriseting, sum ilt er at greiða.
Námind (men framvegis ikki á sjálvum tí nevnda staðnum) tekur hvønnfall: Hann gongur uppi við ánna. - Hjallurin er áfastur við húsini. - Steyrin stendur niðri við steinin.
Men maðurin stendur við steininum í føvninginum; leiðin gongur niðan við ánni, og steyrin stendur niður við steininum.
Tað, ið virkað verður inn á, tað, ið gerðin er vend ímóti, stendur í hvønnfalli: "Hvat gjørdi tú við bilin? - men miðilin, tað ið virkað verður við, er í hvørjumfalli: "Hvat gjørdi tú við bilinum?"
Á gomlum máli stýrdi fyrisetingin 'við' meir hvønnfalli, enn hon ger nú. Hetta var helst, um stýringin merkir okkurt, sum ein hevur við ella hjá sær. Tiltikin er kvæðaorðingin "Hjørturin við sítt fagra horn, hann spældi for bergið út." Og vit hava nógvar fastar máliskur við hvønnfalsstýring, helst viðvíkjandi ymiskum hátti: Eg vaknaði við kaldan dreym - Við góðan hug - Við hetta lag.