Uppstendur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tað tykist sum um summi blaðfólk hava ov góðan hug til at umseta danskar máliskur orð fyri orð til føroyskt. Men hóast orðini hvørt í sínum lagi eru góð føroysk orð, er ikki vist, at samansetingin er føroysk fyri tað. Eitt blað skrivaði herfyri: tá ið klandur uppstendur millum feløg. Hóast orðini upp og stendur bæði eru góð føroysk orð, er samansetingin uppstendur ikki føroysk í hesum samanhangi. Vit kundu í staðin sagt: tá ið klandur kemur í, ella tá ið klandur tekur seg upp. Vit siga jú heldur ikki, at Jesus uppreis frá deyðum, men reis upp frá deyðum.