Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Hesir málbitar eru eisini ætlaðir fjølmiðlafólki, tí skulu útvarpsfólkini fáa eina heilsan í morgun. Vanligt er í dagligari talu, at annað av tveimum eins ella næstan eins stavilsum dettur burtur, meðan tað eftirverandi stavilsið verður stavilsisberandi, tað verður drigið eitt lítið sindur á tað í staðin. Men upplesarar í útvarpinum eiga ikki at lesa soleiðis, teir eiga at hava týðiligan framburð og ikki skunda sær so nógv við upplestrinum. Ofta hoyra vit upplesarar siga eitt nú: regn og ‘toligt’ sýni; men her dettur eitt stavilsi burtur í orðinum toluligt, tí tann týðiligi upplesarin sigur: toluligt sýni; tann ótýðiligi upplesarin sigur t.d. nú vit tosa um ‘fiskivinna’, tann týðiligi upplesarin lesur harafturímóti: nú vit tosa um fiskivinnuna; ‘á fundnum í nevndni’ átti at verið lisið á fundinum í nevndini.