Málslig ráðgeving

Týðing (Jeffrei Henriksen)

Umseting úr einum máli í annað ber ikki til orð fyri orð, heldur ikki setning fyri setning, um væl skal vera. Klassiski týðari okkara, Tróndur Olsen, dugdi. Eitt dømi, sum vert er at greina út í æsir (men stundir ikki eru til her), kann vera hetta úr Nornagesti:
"En sværm af børn fyldte op på bopladsen, hvor de blev jaget fra den ene ende til den anden af mændene - som det besværlige folkefærd, de var."
- Týðingin hjá Tróndi er:
"Ein riðil av børnum renslaðist um bygdina, altíð til ónáðir hjá monnunum, sum sjúgvaðu hesar ómagarnar úr einum horni í annað."
Í hesi týðingini er ikki bara skift um orð, men eisini um drúgvar setningsliðir og heilar setningar, so at "det besværlige folkefærd" verður "ómagar - altíð til ónáðir"; "jaget ... af mændene" er "monnunum, sum sjúgvaðu".