Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Hóast orðaraðið hevur lyndi at festast so, at grundliðurin má standa fremstur, kann vera tørvur á at leggja dent á aðrar setningsliðir, eitt nú ávirki, við at draga tað framum.
Stundum er ein loysn ein heldur klossut umskriving til tolsøgn, um føllini eru samanfallin, so at "Tey - sóu teir" verður til "Tey vórðu sædd av teimum."
Í fallleysum málum sum enskum er tílík tolsøgn mangan einasta rímiliga loysn fyri dentskipan. Men heldur enn at týða orðarætt úr enskum (ella donskum) til føroyska tolsøgn -
"This book was written by Dostojevskij"
"Henda bókin - er skrivað av Dostojevskij" -
kann vera rímiligt at týða til vanliga føroyska dentskipan:
"Hesa bókina - hevur Dostojevskij skrivað."