Tilhangari (Marius Staksberg)
Í morgun fari eg, eftir áheitan frá einum lurtara, at nevna eitt útlendskt orð, sum vit hoyra javnan, við hvørt eisini í fjølmiðlunum, men har vit hava eitt gott, og eisini vanligt, føroyskt orð at seta ístaðin. Talan er um orðið tilhangari, sum sjálvandi er danska orðið tilhænger eitt sindur tillagað. Orðið verður tíðum brúkt í sambandi við ítrótt, og tá er fyrsta føroyska orðið, vit koma í hug, viðhaldsfólk - ella eisini viðhaldsmaður ella viðhaldskvinna. So heldur enn at siga eitt nú: "Hann er KÍ-tilhangari," kunnu vit siga: "Hann er KÍ-viðhaldsmaður." Tað ber sjálvsagt eisini til at siga: "Hann er KÍ-ari," ella: "Hann heldur við KÍ," og tað man vera tað vanliga. Eisini í politikki eru fólk tilhangarar av bæði einum og øðrum, men tá man orðið viðhaldsfólk ikki hóska so væl. So heldur enn at siga: "Hon er tilhangari av fullveldi" ella "…ríkisfelagsskapinum," kann verða sagt eitt nú: "Hon tekur undir við fullveldi," ella: "Hon tekur undir við ríkisfelagsskapinum."