Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Einaferð vóru tey løgnu tíðindini at lesa í onkrum blað, at "Eftir at hava sovið rúsin út fylgdi løgreglan monnunum av stað."
Tað mundi ikki vera hetta, ið meint varð, at løgreglan mátti sova rúsin út. Men í hasum setninginum er tað grundliðurin, ið fremur gerðina, og har var bara ein grundliður, "løgreglan".
Ein lítil grundliður afturat, fornavnið 'teir', kundi givið orðingini ta ætlaðu meiningina: "Eftir at teir høvdu sovið rúsin út, fygdi løgreglan monnunum av stað." - Ella greiðari: "Eftir at menninir høvdu sovið, fylgdi løgreglamteimum."
Eisini kann bera til við tolsøgn: "Eftir at hava sovið rúsin út vórðu menninir fylgdir av stað."
Dømi um tílíkt vantandi samsvar tróta ikki - sum eisini hetta í frásøgn frá eini dansiferð: "Eftir at hava dansað og rindað møðina fóru - tankarnir at flúgva."