Talorð + ár (Marius Staksberg)
Í eldri máli var vanligt, at hvørsfall av navnorðum varð brúkt í sambandi við talorð, og onkur leivd av hesum er eftir í málinum. Eitt nú í sambandi við aldur brúka vit framvegis orðið ár í hvørsfalli, t.d. Hon er sjey ára gomul, og Ein genta á sjey ára aldri. Í fornmálinum vóru talorðini upp í fýra eisini í hvørsfalli, men í dag eitur tað sum kunnugt tvey ára gamal, trý ára gamal og fýra ára gamal. Men eisini er vanligt at siga eitt nú Hann er eitt ára gamal, t.e. at hvørsfall fleirtal verður brúkt saman við talorðinum eitt, og tað er eitt sindur øvut. Her hava vit eisini orðið ársgamal, so hví ikki heldur brúka tað. Og sum fyrr nevnt brúka vit hvørsfall fleirtal av ár saman við tvey og trý, ikki tveggja og tríggja, so einki er heldur í vegin fyri at siga eitt árs gamal.