Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
"Einaferð var tað ... " Soleiðis byrjar so mong søgan; og tað er eisini at vænta, at tá ið orðið 'tað' stendur í eintali, so stendur eisini sagnorðið 'var' í eintali. Men her er kortini so, at stendur tað umrødda, ið var ella er, í fleirtali, so er rætt at seta eisini sagnorðið í fleirtal: "Einaferð vóru tað eini hjún ... " og somuleiðis at benda í persóni: "Tað eri eg, tað er tú".
Umframt orðið 'tað' geldur henda regla eisini fyri orðini 'hetta' og 'hatta' í sambandi við sagnorðið 'at vera' (við og uttan <ð>), t.d.: "Hetta vóru tíðindini".
Eisini gongur fallið aftur (í tílíkum setningi), eitt nú í hesum døminum: "Eitt var, sum teir ræddust og tað verri enn tarv, tað var 'uppsýnsmenninar."