Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Orðini skræða og skrædna koma við hvørt í bland. Tá ið vit siga skræða, er tað onkur, sum ger tað, men tá ið vit siga skrædna, hendir tað bara, uttan at vit vita hvør ger tað. Vit kunnu skræða okkurt sundur, men vit kunnu ikki skrædna nakað sundur. Vit kunnu hinvegin siga, at okkurt skrædnar ella skrædnar sundur, men vit kunnu ikki siga, at okkurt skræðir ella skræðir sundur. Siga vit t.d. at seglini vórðu skrødd, er tað onkur, sum hevur gjørt tað, men siga vit at seglini skrædnaðu, hendir tað bara. Úrslitið er sjálvandi tað sama. Dúkurin skrædnaði ella varð skræddur merkir ikki heilt tað sama.